Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eivör spælir Hoyma konsert á G!

Eivör spælir tvær Hoyma konsertir á G!Festivalinum, har hon og Mikael Blak framföra akkustiskt fyri 50 fólkum hvörja ferð.

Eivör eigur at spæla á G!. Största songröddin, ið Göta hevur fostrað, man teljast millum tær störstu songkvinnur föroyingar nakrantíð hava átt. Tí er einki meira natúrligt enn, at Eivör spælir á festivalinum í heimbygdini. Hetta var natúrligt, tá hon fór á pall við Clickhaze á allar fyrsta G!Festivalinum og hevur verið tað so ofta síðan tá.

Í ár verður upplivingin tó uppaftur meira serstök, tí ístaðin fyri sítt vanliga pláss á hövuðspallinum, spælir Eivör tvær Hoyma konsertir í hugnaligu stovuni hjá Juliu Lamhauge í Götu.

Tá G!Festivalurin skipaði fyri Hoyma í vetur, bar ikki til hjá Eivör at luttaka, hóast hon sera fegin vildi. Tí ynskti hon at nýta hetta hövið at spæla undir hesum hugnaligu og töttu karmum. Har sambandið við áskoðararnar er nakað heilt serligt.

Hvör konsertin varðar umleið ein tíma. 50 fólk sleppa inn hvörja ferð og atgongumerki kunnu keypast á eivor.com. Einans fólk við G! armbandi sleppa inn.

Mánakvöldið á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Tí eru vit uttanfyri Expert í SMS í dag og mánadagin frá kl. 10. Brúka hendan seinasta möguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp. Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni gfestival.fo, á störru Magnstöðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.