Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EIVØR – í nýggjum skapi, og tó?

- mangan, hava vit eftirlýst tónleikin frá Clickhase og tíðini rundan um Prix Føroyar.

Men, so kunnu vit spyrja, um tað er nakað, vit eiga at spyrja eftir, men heldur síggja alt hennara “univers” í eini tónleikaligari ferð, sum eisini hevur hatta í sær.

Ikki so at skilja so trúgvi eg, at hennara seinasta útgáva ber boð um, at onki er útilokað, men, at hennara tónleikur gevur rúmd fyri heildini?

Eg eri sera fegin um hennara seinasta avrik og trúgvi, at lurtarin fer at seta sær sjálvum krøv og geva rúmd fyri hennara boðskapi.

Trúgvi, at hennara boðskapur er tengdur at hennara tíðarlinju – so at skilja, at nú hevur hon funnið sín mann og at alt eisini fer at seta tílík krøv.

Bæði eru aktiv innan tónleikin, so eg trúgvi, at tað fer at geva rúmd fyri nógvum, spennandi avbjóðingum.

Útgávan spennir víða og setir okkum øllum serstakar avbjóðingar, sum eru listarliga spennandi.

Kanska, ein onnur Eivør, men tað ger ikki útgávuna minni áhugaverda.

Fríðálvur Jensen