Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt vinarligt stút til fjølmiðlarnar

Veljarakanningar.

Eg má siga, at eg ongantíð havi skilt, hví tað er so áhugavert fyri veljaran at hoyra og síggja
veljarakanningar.

Í mínum eygum degraderar ein veljarakanning politikk til eina kakofoni av tølum, ið einans
siga nakað, um hvør veðrur, ið vigar mest. Vilt tú hava onkran annan veðr at viga mest, so
mást tú heldur skunda tær at geva honum júst títt grasstrá.

Nei, koyr á bøin.

Eftir mínum tykki snýr politikkur seg um, ella eigur í øllum førum at snúgva seg um, tað
samfelagið, vit øll ynskja okkum. Men sum Kirkegaard segði: Lívið skal livast frameftir, men
skiljast aftureftir. Soleiðis snýr politikkur seg so sanniliga eisini um tað samfelagið, vit liva í.
Júst her og nú. Um hvussu vit eru komin higar. Og um hvørji tey eru, ið hava leitt okkum
higar.

Nógv umstrídd mál hava verið í løgtinginum seinastu árini, og tað er ein sannroynd, at
helmingurin av sitandi tingfólkum stillar upp aftur. Hevði tað ikki verið viðkomandi hjá
fjølmiðlunum heldur, at lagt orkuna í at gera hagtøl yvir, hvør hevur atkvøtt fyri/ímóti/blankt í
teimum stóru og umstríddu málunum?

Hetta hevði verið áhugaverd, aktuel og faktuell vitan hjá veljaranum. Vitan, sum hevði verið
ógvuliga góð at havt, tí á hendan hátt kundu veljararnir funnið út av, um politikararnir, tey
valdu fyri brátt 4 árum síðani, hava virkað út frá áskoðan veljarans. Ella um teir hava gjørt
nakað heilt annað.

Come on, miðlar. Tølini liggja inni á logting.fo. Skapið gjøgnumskygni fyri veljaran, so hann
kann atkvøða á einum upplýstum grundarlagi. Tí skal veljarin vita, hvør kós er best at seta,
og hvønn, ið dugir at halda kósina, ja so mugu vit fyrst vita, hvar vit standa sum samfelag
beint nú og hvør, ið hevur leitt okkum higar.

Gamaní, mann kann eisini gera veljarakanningar, koyr ahead. Men tær siga einki sum so.
Tað er, sum um valið verður gjørt til ein fótbóltsdyst, har liðið við teimum flestu fjepparunum
vinnur. Heldur enn liðið, sum spælir best.

Veljarakanningar eru óneyðugt og dýrt undirhald. Vit fáa jú kortini tað rætta úrtslitið
valkvøldið, so hví brúka krútið til nakað, sum kemur heilt av sær sjálvum? Harafturat vita vit,
at veljarakanningar kunnu hava neiliga ávirkan á eitt val. Fólk, sum ætla sær at velja ávísan
flokk, setast heima, tí at flokkurin stendur seg so væl í kanningunum. Tað er okkurt
grundleggjandi galið, tá tað er ein meiningarkanning og ikki politikkur og politisk avrik sum
avgera, hvør skal stjórna einum landi.

Øll vita, at fjølmiðlarnir her á landi hava ógvuliga avmarkaðar resursur. Eg haldi, at tað hevði
tænt okkum øllum best, um miðlar og kanningarstovnar brúktu fólk og pening at skapa
gjøgnumskygni í valstríðnum. So kundi veljarin farið á val á upplýstum grundarlagi. Heldur
enn at futta alt av í einum festligum, og í ringasta føri skaðiligum undirhaldsfýrverkaríi.
Góðan arbeiðshug fjølmiðlar, gott val til tykkum veljarar og ein kærkomin heilsan til øll
tykkum djørvu nýuppstillaðu!

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard