Eitt umskiftiligt ár við methøgari sølu
Árið var ferðmikið, umskiftiligt og var merkt av bæði broytingum í marknaðarrákum og av koronu.
Tíðindaskriv frá Posta:
Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2021. Aftur í 2021 hevði Posta vøkstur í søluni, sum var 127 mió. kr., ið er mesta søla, Posta hevur havt, síðan felagið gjørdist partafelag. Rakstraravlopið er 13 mió. kr., sum svarar til gott 10% av søluni. Úrslitið áðrenn skatt er 3,4 mió. kr.
”Farsóttin hevur meira enn nakað annað varpað ljós á virðið í virkseminum hjá Posta og tann leiklutin, Posta hevur í at knýta húski, fyritøkur og stovnar saman heima og úti í heimi. Árið hilnaðist samanumtikið væl. Sølan setti met, og úrslitið er nøktandi”, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.
Marknaður í broyting
Marknaðurin er í metskjótari broyting. Seinastu árini hava serliga talgildingin og korona gjørt seg galdandi:
”Fyri Posta merkir tað, at viðskiftafólk bíleggja enn meira til dyrnar, og at fraktvirksemið veksur. Hinvegin minkar talið av brøvum eins og fløskuhálsar í framleiðslu og flutningi úti í heimi ávirka keyps- og flutningsmynstrið innan postflutning, sum heild,” sigur stjórin.
Úrslitini í árinum prógvaðu, at kósin, sum Posta hevur sett, er við til at brynja samtakið til framtíðina. Posta ger íløgur í talgilda tænastumenning, í økt fraktvirksemi og í framhaldandi at vera best og fyrstaval hjá viðskiftafólki. Í árinum gjørdi Posta stór framstig á fleiri økjum, sigur Joel undir Leitinum og leggur afturat:
”Tað er enn potentiali at gera tað betri. Tað er týdningarmikið, at Posta fylgir við tørvinum hjá viðskiftafólkum og broytingum í marknaðinum, arbeiðir áhaldandi við sunnum, effektivum rakstri og setir ferðina upp innan grøna orkuskiftið. Á tann hátt brynja vit Posta til framtíðar avbjóðingar.”
Nevnd
Joen Magnus Rasmussen, Nevndarformaður
Reidar Nónfjall, Næstformaður
Gudny Langgaard, Nevndarlimur
Guðrið Højgaard, Nevndarlimur
Jóannis Iversen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð
Steinvør Jacobsen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð