Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt stórt hjarta!

Skriftin ber øllum menniskjum hesi gleðiboð, at sonur Guds, Jesus Kristus hin elskaði, kom í heimin, at frelsa eitt fortapt fólk. Gud er sára náðiríkur og miskunnsamur og sýnir kærleika sín til okkara við, at Jesus doyði fyri syndir alra.

Fyri at fáa eitt lítið glimt av yndisliga hjartalagi Guds, ið er upphav kærleikans, fari eg at knýta eina gamla yrking at himmalska gleðiboðskapi Guds.

Ørindini siga frá einum ungum manni, ið fekk kærleika til eina ónda kvinnu, sum kravdi prógv fyri kærleika hansara til hennara. Hon ynskti einki minni, enn hjarta hjá vermammu síni, sum prógv fyri kærleika hansara til hennara. Hendan kvinnan var forherðað og full av hatri. Hon hevði ætlanir um, at geva hundinum hjarta at eta.

Ungi maðurin tók ein knív og skarð hjarta úr mammu síni. Meðan maðurin rann heim til óndu unnustu sína, ið hann blint elskaði, datt hann og misti hjartað úr hondini og niður á jørðina. Og tá ið hjarta hjá mammuni rullaði eftir jørðini hoyrdist mammusa stilla og uggandi rødd:

“Hevur tú fingið skaða barn mítt, ert tú meinslaður?”

Um tað var møguligt, at móðurkærleikin kann verða somikið fullkomin og so avgjørdur, sum Jean Richepin lýsir kærleikan í yrking sýni. Hvussu nógv meira elskaði Guð ikki heimin, tá hann lat høgt elskaða og einborna Son sín hamrað á krossin. Og soleiðis opinberaði Gud okkum náðina, sannleikan og vegin heimaftur til sín í Kristi Jesusi. Áh, góði Gud! Takk og lov fyri Jesus hitt heilaga og lýtaleysa ofrið. Mammusa hjarta kann verða stórt. Men ikki stórt nokk og røkkur heilt einfalt ikki á mál her. Jesus, tú sigraði yvir syndini á Golgata, har eyma og bløðandi hjarta títt segði hesi elskuligu orð:

“Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!”

Jesus kallar øll menniskju til umvendingar. Vit eru ikki syndarar, tí vit synda, men vit synda, tí vit eru syndarar. Tískil áttu øll at boygt seg við ósigiligari og dýrmettari gleði og tøkk. Og soleiðis tikið ímóti Harranum Jesusi, sum persónligum Frelsara við at trúgva honum, at hann hevur goldið syndir okkara. Tann sum trýr verður rættvísgjørdur av trúgv og fær soleiðis frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. Men tann, ið ikki trýr fer fortaptur, tí vreiði Guds verður verandi yvir honum.

Hví skulu vit frelsast frá vreiði Guds kundi onkur spurt? Tí, Gud er vreiður um syndina og tað mugu vit viðurkenna. Hygg eftir hvussu andstyggilig syndin er og hvat syndin hevur gjørt við ein fullkomnan heim, sum Guð skapaði í fyrstuni. Syndin hevur vanvirt Guð og dálkað bæði himmal og jørð. Syndin framleiðir allan uppreistur og gevst ikki fyrr enn undirgangur gerst veruleiki. Heimurin verður plágaður av illum andum við djevlinum á odda. Sjúka og deyði er gerandiskostur og tessvegna er heimurin fullur av kirkjugørðum, sjúkrahúsum, fongslum og stovnum fyri veikleikar okkara. Heimurin verður meir og meir oyðilagdur av skammiligum atburði og ringastu armóð. Vanlukkur og hatur, kríggj og hungursneyð, siðspilla og pest eru øll produktir av syndini. Alt hetta – tí djevulin er faðir at lygnini og upphav til alla synd.

Men, Jesus er faðir at náðini og gevur hjarta og lív sítt til øll tey, sum vilja taka ímóti honum. Og tey sum taka ímóti Jesusi fáa himmalska kraft frá Gudi til at verða børn Guds, teimum, sum trúgva á Jesus Kristus. Elskaði lesari! Hetta sigi eg ikki fyri at gera lívið meiri fløkt, enn tað í veruleikanum er. Men, legg tær væl í geyma hesi orðini:

“At trúgva á JESUS merkir at bjóða JESUSI inn í hjarta títt!”

Soleiðis kanst tú lata teg rannsaka av Heilaga Anda Guds og vita um Jesus er tær kærur ella ikki. Um alt er í lagi, tá kanst tú longu nú gleðast og síggja yvir um deyðan, ímóti tí veruliga málinum – HIMLINUM – har børn Guds skulu liva í allar ævir. Tá fyrstani fær jarðiska lívið veruliga meining og andaligt innihald. Minst til, at jarðarlívið er ein persónlig og sera álvarsom royndartíð. Men Jesus elskar teg og hevur goldið alt! Trýrt tú hesum? Avgerðin er tín, um tú vilt liva ella doyggja eftir jarðiska lív títt.

Persónliga trúgvi eg, at orð Guds (Bíblian) er satt og álítandi. At eg eri frelstur við Harranum Jesusi Kristi, so satt sum Hann sigraði á deyðanum og syndini og reis upp frá deyðum. Eg trúgvi, at Jesus er vegurin og sannleikin og lívið. Við ynski um, at hesi fáu orð vera tær til signingar.

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

ragnarludvig.blogspot.com