Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt stig nærri Oyggjaleikunum í Føroyum 2019

Seinasta vikuskifti hevði altjóða Oyggjaleikanevndin árliga aðalfund sín á Bermuda. Afturat sjálvum aðalfundinum leygardagin, vóru vitjanir á hotellum, skúlum og ítróttaranleggum, sum skulu hýsa oyggjaleikunum komandi summar. Ítróttaranleggini á Bermuda vóru í sera góðum standi og fara at leggja lunnar undir góðar kappingar komandi summar. Hotellini vóru sera góð, men dýr. Skúlarnir høvdu somuleiðis góðar umstøður fyri ein sámuligan pening, men her gista 8-10 í somu skúlastovu.

Í samband við oyggjaleikir í Føroyum aftur vórðu tvey týðandi stig tikin á Bermuda. Á sjálvum aðalfundinum varð samtykt, at í framtíðini skulu limaoyggjarnar ikki longur kappast um at fyriskipa leikunum. Hinvegin skal starvsnevndin í IIGA samráðast við limaoyggjarnar og síðani seta áhugaðu vertsoyggjarnar á ein lista. Tó skal aðalfundurin góðkenna vertsoyggjarnar 5 ár, áðrenn tær skulu vera vertir. Á aðalfundinum varð hesin listi av vertsoyggjum lagdur fram uttan viðmerking:

2013 Bermuda

2015 Jersey

2017 Gotland

2019 Føroyar

2021 Menorca

Á nevndarfundinum eftir aðalfundin samtykti starvsnevndin at halda várfund sín í Føroyum um hálvan mars 2013. Á fundinum er ætlanin hjá nevndini, aftrat vanligu fundarskránni, sum í stóran mun fevnir um fyrireikingar í samband við leikirnar á Bermuda næsta summar, at hitta føroyskar myndugleikar fyri at fáa sett ferð á eina tilgongd til Oyggjaleikirnar í Føroyum 2019. Harafturat ynskir nevndin at vitja ítróttaranlegg, hotell og aðrar møguligar gistingarmøguleikar, sum skulu nýtast til leikirnar í Føroyum í 2019.

Føroyar hava annars saman við Grønlandi, Bermuda og Caymanoyggjunum seinastu árini roynt at fingið broytt luttøkukrøvini til Oyggjaleikirnar, soleiðis at hesi fylgdu krøvunum, sum altjóða sersambondini seta til landslið, t.d. í samband við EM ella HM kappingar. Seinasta tveir aðalfundirnar hava atkvøðugreiðslur verið um hetta mál, men er tað fallið á báðum fundunum. Størsta einstaka orsøkin tyist at vera, at limaoyggjarnar eru bangnar fyri, at leikirnir, sum í forvegin eru vorðnir sera stórir, skulu gerast enn størri, eftirsum fleiri ítróttafólk fáa luttøkurætt.

Petur Elias Petersen, forseti Ítróttasambandsins, umboðaði Føroyar á aðalfundinum hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini, meðan Sølvi Reinert hansen tók lut sum starvsnevndarlimur í IIGA.