Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt sosialt skeiklað samfelag?

Uppgangstíðir við fátækradømi

Samgongan hevur seinastu tíðina fingið nógvar ákoyringar fyri at gera ov lítið fyri teir bólkar í samfelagnum, sum ikki hava nóg mikið av pengum til eitt vanligt húsarhald og eitt virðuligt lív – nógv fólk liva í 2015 undir fátækramarkinum. 

Hetta kann tykjast sera løgið, tá hugsað verður um, at vit hava uppgangstíðir og reypa av búskaparvøkstri og okkara ovurstóra náttúrugivnað ríkidømi. Onkur velur enntá at samanbera Føroyar við eitt Pardís at liva í. 

Vit vísa á Føroyar, sum eitt demokratiskt vælferðarsamfelag, har øll hava líka møguleikar og rætt til okkara vælferðartænastur, uttan mun til inntøku, hvar ein býr í landinum o.a. Men er hetta nú rætt?

Tað kann ikki vera rætt, at býtið av samfelagsvirðunum ikki kann koma øllum fólkinum til góðar, eitt nú økt virði frá fiski- og alivinnuni. Vit kunnu ikki standa og hyggja at, meðan samfelagið verður skeiklað og stættarmunurin bara gerst størri og størri, við tí avleiðing, at trivnaðurin í øllum samfelagnum versnar.

Sendingin í Kringvarpinum seinasta hóskvøld undir heitinum “Við hjálp frá góðum fólki”, gav eitt innlit í, hvussu stakir uppihaldarar við børnum í Tórshavn og aðrastaðnis í landinum hava tað fíggjarliga og sosialt. Sendingin vísti m.a., hvussu trupult tað er at fáa teirra privatu fíggjarætlan at hanga saman, eitt nú vegna ov høgar útreiðslur til bústað og annars eitt avmarkað útboð av bústaðarmøguleikum til henda samfelagsbólkin. Eitt nú vanta leiguíbúðir.

Hetta merkir, at sjálvt um sosialu veitingarnar til einstakar upphaldarar í Føroyum møguliga eru tær somu sum t.d. í Danmark, so strekkja pengarnir ikki til í Føroyum, tá meginparturin av veitingini fer til kostnaðarmiklan bústað o.a.

Nýggjar politiskar loysnir
Politiskt er talan um eitt økið, sum eigur at takast í nógv størri álvara enn gjørt higartil. Tað at útvega sær ein bústað er fyri tey flestu eitt stórt mál, bæði fíggjarliga og í aðrar mátar - hetta saman við tørvinum á at kunna forsyrgja sær sjálvum og familjuni.

Tá vit so vita, at nógv fólk, serliga støk og pensjónistar hava trupulleikar við at útvega hóskandi bústaðir og soleiðis, at hetta fíggjarliga hongur saman, so eigur tað almenna at tryggja eina umfordeiling við stuðli, sum ger tað møguligt hjá øllum at finna nakrar virðiligar og brúkiligar loysnir. Føroyar eru sum kunnugt eftirbátur við valmøguleikum á bústaðarøkinum.

Politiska skipanin eigur sum skjótast at seta á stovn eina skipan, sum tryggjar okkara støku og serliga útsettu í samfelagnum eitt ískoytið og bústaðarloysnir, sum veruliga gera mun. Eitt nú eigur at veitast ein bústaðarstuðul, sum t.d. er treytaður av, hvat ein rindar í húsaleigu, hvussu stórur bústaðurin er, hvussu nógv búgva saman umframt teirra samlaða inntøka og ogn. Eisini eigur útboðið av leiguíbúðum at økjast og til ein rímuligan leiguprís.

Tað skal viðmerkjast, at Bústaðir ikki kunnu byggja so bíligar íbúðir, at tað slepst undan serligum stuðulsskipanum.

Tað sær út til, at hesir sosialt útsettu føroyingar, heldur vilja flyta til Grøndlands ella til Danmarkar, tí har er útboðið størri og breiðari, sámuligari leiguprísir umframt at stuðul verður veittur til bústaðarútreiðslur til ymsar bólkar.

Vit eiga at veita okkara fólki javnbjóðis møguleikar sum í okkara grannalondum, tað er eitt krav til politisku skipanina í 2015 og í bestu búskapartíðum. Hesi fólkini eru fleiri arbeiðsfør, hava fleiri eitt arbeiði og teirra børn skulu gerast góðir komandi samfelagsborgarar – tey skulu bara hava javnbjóðis møguleikar í okkara demokratiska vælferðarsamfelg, og vit muga ikki missa tey.

Politikarar mist sambandið við fólkið
Ein kann spyrja um okkara landspolitikarar – og hetta er galdandi fyri allar politisku flokkarnar í Tinginum - hava mist sambandið við fólkið ella hava teir tað sjálvir so gott, at teir heilt einfalt gloyma síni medmenniskju og hvat teir, sum politikarar eru settir í verðina til?

Tórshavnar kommuna hevur havt ein virknan leiklut fyri at bøta um íbúðartrupulleikarnar í økinum. Vit í Tórshavnar kommunu hava nýliga latið Bústaðir eitt stórt grundstykkið til sera lágan prís, til at byggja leigubústaðir á, sum vit forvænta sæst aftur í leiguprísinum. Tað verður kortini neyðugt við samstarvi millum land og kommunur fyri at fáa brúkiligar loysnir fyri miðal- og láginntøkurnar.

Í løtuni er politiska skipanin í Føroyum tíverri ikki før fyri at skipa henda sosiala partin í samfelagnum – tilvildin ræður. Hetta sæst best við, at privat, felagskapir og familjur noyðast at taka um endan og vísa ábyrgd og samfelagssinni, og hava nú gjørt tað í fleiri ár á rað. 

Tað líkist ongum, at okkara landspolitikarar soleiðis ignorera verandi trupulleikar, skylda uppá hvønn annan og ikki taka ábyrgd og røkja sína uppgávu at menna vælferðarsamfelagið – initiativið at samskipa liggur fyrst og fremst hjá landinum.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin