Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt samfelag skal geva fólki møguleika at skapa eina góða og gevandi tilveru

Nýggjársrøða 2012:

Gott kvøld.

Enn eitt ár er um at fara í tíðarinnar hav, og vit gera okkum klár at taka ímóti tí nýggja árinum. Summi eru saman við familju og vinum. Summi eru til arbeiðis á sjógvi ella landi. Onnur hava eitt friðsamt og einsamt kvøld. Týdningurin og upplivilsið av gamlaárskvøldi er ymiskur fyri hvør einstakan okkara.

Sum vit standa á gáttini til eitt nýtt ár, leita tankarnir aftur á tað farna. Vit hugsa um, hvat komandi árið og framtíðin man fara at bera við sær. Forløgini hava verið ymisk seinasta árið, og tey flestu munnu hava upplivað bæði gleði og sorg - bæði viðburð og mótburð.

Sama hvussu árið hilnaðist, stendur okkum í boði at seta bjørt mál fyri ókomnar dagar. Og hóast eingin kennir dagin í morgin, eiga vit við góðum treysti at taka ímóti komandi árinum og liva hvønn dag til fulnar.

***

Seinastu árini hevur heimurin verið merktur av búskaparkreppu. Onki land í vesturheiminum er sloppið snikkaleyst. Milliónir eru arbeiðsleys, og vit eru mong foreldur, sum spyrja, um okkara børn fara at fáa somu góðu lívskor, sum vit sjálv hava fingið.

Stjórnir hava tikið álvarslig stig at fáa búskapin aftur á beint. Hóast ringastu broddarnir eru brýndir av kreppuni, er øllum greitt, at vit standa fyri stórum avbjóðingum. Avbjóðingum, sum krevja, at vit umskipa okkara samfeløg.

Hjá okkum gjørdist kreppan tíbetur ikki tað skrædlið, sum mong høvdu óttast. Kortini hava eisini vit havt trupul ár við halli og vaksandi arbeiðsloysi. Landsstýrið hevur tikið fleiri stig at bøta um gongdina. Neyðugt hevur verið at tálma almennu útreiðslurnar og seta í verk rationaliseringar.

Vit hava lagt skattin um, so at meiri liggur eftir hjá tí einstaka. Tað hevur stimbrað virksemið í samfelagnum.

Vit skatta nú pensjónir við inngjaldi, og næsta stig er at áseta, at øll, ið hava møguleika, sjálv spara upp til síni ellisár. Skipanin við egnari uppsparing fer at virka frá 1. januar 2014. Henda nýskipan er neyðug fyri at tryggja framtíðar vælferð okkara.

Vit hava fingið javnað ríkisveitingina, sum framhaldandi er ein av grundarsteinunum undir okkara vælferð.

Vit hava sett í verk fyribils tilfeingisskatt fyri ali- og fiskivinnuna. Harumframt hava vit ásett eitt tilfeingisgjald á makrel fyri komandi ár. Vit eru farin undir at gera eina nýggja skipan fyri fiski- og alivinnuna fyri at tryggja støðugar karmar og betri lønsemi fyri land og vinnu.

Tað lýsnar fyri framman. Tað gongur framá í búskapinum. Seinastu trý árini hava vit minkað hallið á fíggjarlógini við nærum 500 milliónum krónum. Seinasta árið eru hundraðtals føroyingar fleiri komnir aftur í arbeiði. Arbeiðsloysið er nú 4,6 prosent, ið er tað lægsta síðani 2009 og millum lægstu í vesturheiminum.

***

Størsta avbjóðingin er vantandi fólkavøkstur.

Vit skulu tó ikki longri aftur enn til 2009 fyri at finna árið, tá ið fólkatalið í Føroyum var tað hægsta nakrantíð. Somuleiðis hava vit tíðum hug at gloyma, at hvørt einasta ár - eisini í hesum trongu tíðum - flyta hundraðtals fólk til Føroya. Tey flyta heimaftur, tí tey hava álit á, at her er teimum og teirra børnum framtíð lagað.

Hvørt tíðarskeið í søgu okkara hevur havt síni hóttaføll. Hvørt ættarlið hevur havt sínar avbjóðingar. Føroyingar hava altíð átt viljan at laga seg eftir korunum og áræðið at taka neyðugu tøkini, ið skulu bera okkum ígjøgnum roynslurnar.

Hetta áræðið og henda viljan hava vit ikki mist. Tí venda vit gongdini.

Vit eiga eina reina og ríka náttúru, sum er orsøk til, at Føroyar teljast millum heimsins ríkastu lond. Vit hava eitt dugnaligt fólk, sum hvønn einasta dag skapar tey virði, sum eru grundarlagið undir okkara vælferð. Her eru spennandi arbeiðspláss, og eg eri sannførdur um, at tey kunnu gerast fleiri og fjølbroyttari.

Her er gott hjá børnum at vaksa upp. Vit eru farin undir at byggja fleiri fjøltáttaðar og bíligari bústaðir, so tað verður lættari hjá ungum og barnafamiljum at seta búgv.

Útbúgving er neyðug, skulu vit mennast og standa okkum í kappingini við umheimin. Seinnu árini hava vit – hóast trongar tíðir - raðfest útbúgving. Ongantíð hava so mong verið undir útbúgving í Føroyum. Vit fara tí at halda fram at gera íløgur í okkara útbúgvingarskipan, so uppaftur fleiri hava møguleika at taka sína útbúgving ella partar av henni í Føroyum. Og vit fara at seta meira av til hægri lesnað í Føroyum.

Fólk leita hagar, tey kunnu skapa sær eitt gott lív. Har tey kenna seg heima. Har tey kenna rúmd til at kunna liva, sum tey vilja. Føroyar eru vorðnar eitt rúmsáttari samfelag. Her er ein trygd og ein friður, sum ikki er aðra staðni í heiminum, og sum fólk í øðrum londum tráa eftir. Laga vit okkara samfelag eitt sindur øðrvísi, kunnu vit fáa fleiri at støðast og fleiri at flyta til Føroya.

Landsstýrið er farið undir at gera eina ætlan við átøkum, sum skulu skapa fólkavøkstur. Loysnirnar eru ikki einfaldar. Tilgongdirnar røkka longri enn eitt valskeið, og komandi landsstýri mugu taka við.

Eg veit, at allir politiskir flokkar vilja venda gongdini. Hetta er ein setningur, sum landsstýrið, kommunur, vinnulív og borgarar mugu standa saman um. Hetta er ein uppgáva, sum allir føroyingar mugu vera saman um.

Vit eiga eitt samhaldsfast samfelag við tøttum og sterkum bondum millum fólk og ættarlið. Vit hava ein sterkan og rótfestan samleika, sum ger, at hesar oyggjar av øllum plássum í heiminum eru okkara heim og okkara ábyrgd. Hvar eg so staddur eri í landinum, hvønn eg so práti við, so kenni eg á mær, at øll eru samd um, at vit skulu venda gongdini saman.

***

Flestu okkara munnu onkran morgun, tá ið vit hava verið á fótum snimma, áðrenn bygdin ella býurin vaknar, hava hoyrt fortíðina teska og siga frá søgunum um tey, sum bygdu okkara land.

Í 1872 fóru tríggir brøður – nevndir Trappubrøðurnir – til Scarborough. Brøðurnir vóru royndir útróðrarmenn og høvdu siglt við bretum. Teir høvdu sett sær fyri at keypa skip, og saman við øðrum høvdu teir skavað 7.000 krónur saman.

Peningurin rakk bara til eina lítla og uppslitna slupp við navninum Fox, sum var vrakað, nú bretar vóru farnir at nýta dampskip. Men føroyingar høvdu ognað sær sítt fyrsta fiskiskip.

Teir høvdu sett alt, teir áttu, í skipið. Tá í tíðini fekst ongin skipatrygging í Føroyum. Teirra einasta trygd var trúgvin á egið hegni, og vissan um – at bar tað til hjá øðrum – so mátti tað eisini bera til hjá teimum.

Fiskiskapurin royndist væl, og næstu árini fingu teir væl burturúr. Men eydnan var ikki við Fox. Eina vetrarnátt, Fox lá á Vestaruvág, brast hann á av landsynningi eysturi. Skipið sleit, rak inn í Grind og smildraðist í briminum.

Men tað varð kortini ikki endin. Framtakið og úrtøkan hjá Trappubrøðrunum høvdu givið øðrum áræði, og aðrir høvdu longu ognað sær skip. Føroyingar sóu tað kanska ikki tá, men lunnarnir vóru lagdir undir okkara fiskivinnutjóð.

Ongin kennir dagin í morgin. Vit vita bara, at so leingi vit eiga áræðið og viljan at skapa eina betri framtíð, vinna vit fram á leið.

Føroyar hava fostrað mong dugnalig vinnulívsfólk. Fólk, sum slóðaðu fyri - bæði tá ið rákið var við, og tá ið tað rak ímóti.

Fyri fáum árum síðan fór stórur partur av alivinnuni fyri bakka. Men heldur enn at tað gjørdist endin á alivinnuni, gjørdist tað ein nýggj byrjan. Tá vóru fá, ið høvdu væntað, at alivinnan fá ár seinni fór at vera týðandi táttur í samfelagsbúskapinum. Og enn færri høvdu ímyndað sær, at alarar úti í heimi fóru at nýta okkara alivinnu sum fyrimynd.

Undir kreppuni í 90árunum søgdu forsagnirnar frá døprum framtíðar útlitum. Tíðirnar vóru harðar, og nógv fólk sóu seg noydd at flyta av landinum. Mong høvdu av røttum ilt við at síggja bjørt útlit fyri seg og samfelagið. Men eftir fáum árum var afturgongdin vend til vøkstur og fráflytingin til fólkavøkstur.

***

Stórar byltingar fara í hesum árum fram í heimsbúskapinum. Meðan USA og Evropa stríðast í kjalarvørrinum á búskaparkreppuni, ganga onnur lond fram við ferð. Ikki bara Kina, ið nógv hevur verið at hoyrt um, men eisini lond í Suðuramerika og lond í Afrika mennast skjótt.

Slíkar broytingar geva politiskt afturljóð, tá ið hesi londini trína fram á heimspallin og krevja at verða hoyrd. Hetta síggja vit, tá heimsins lond møtast at taka støðu til, hvussu mannskaptu veðurlagsbroytingarnar kunnu tálmast.

Veðurlagsbroytingar eru eisini orsøkin til, at stjórnir og fyritøkur kring heimin venda eygunum móti arktiska økinum. Ráevni, sum áður ikki slapst framat, fara at verða vunnin úr jørðini, og nýggjar sjóleiðir verða latnar upp.

Føroyar liggja mitt á nýggju sjóleiðunum. Vit hava nøkur av dugnaligastu sjófólkunum. Og vit vita, hvat krevst fyri at virka í hesum parti av heiminum. Føroysk arbeiðsmegi og vinnulív hava royndirnar og vitanina, og vit kunnu veita tær tænastur, sum umheiminum tørvar.

Landsstýrið er saman við serfrøðingum og vinnuni farið undir at greina, hvussu Føroyar kunnu fáa lut í teirri menning, sum fer fram í Arktis.

***

Hóast vit teljast millum ríkastu samfeløg í heiminum, eru familjur, sum eru sperdar fíggjarliga. Og hóast arbeiðsloysið er millum tey lægstu í vesturheiminum, standa nøkur av okkum við ongum arbeiði.

Eitt samfelag skal geva fólki møguleika at skapa eina góða og gevandi tilveru. Vit skulu – sum samfelag og sum einstaklingar – leggja okkum eftir at stuðla okkara medmenniskjum. Tí er tað fjálgandi at sanna, hvussu okkara fólk gera sítt til at stuðla hjálpararbeiði bæði burturi og heima.

Umstøður kunnu skifta skjótt og brádliga kann sjúka ella vanlukka raka. Brádliga kann ein av okkara kæru verða tikin frá okkum. Í slíkum løtum er gott at minnast, at saknurin og sorgin eisini myndar tann kærleika, tann hitan og ta gleði, vit áttu saman.

Tað er mátturin og megin hjá hvørjum einstøkum okkara, ið byggja land. Men umsorganin og virðingin, vit vísa hvør øðrum, tryggjar felagsskapin okkara millum og ger okkara tjóð til eitt gott land at búgva í. Latið okkum tí trína inn í nýggja árið við ábyrgd fyri okkara landi, okkara tjóð og fyri hvør øðrum.

Gott nýggjár og Guð signi Føroyar!