Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt menningarátak fyri allar Føroyar

At John William Joensen er lokalbedøvaður og heldur á við síni einsíðugu herferð móti høvuðsstaðnum, er ikki meira enn vit kunnu rokna við og eru von við. At tað ikki glógvar í fyrrverandi borgarstjóranum í Klaksvík heldur, er hinvegin eitt sindur av einum vónbroti.

Tað, mann fær ilt av norðanfjals hesaferð er, at eit "glashús" verður bygt í Havn, "sum er fíggjað við at leggja avgjøld á allar vørur, sum verða fluttar inn í landið". Tað eru sambært Norðlýsinum "reiðarar í Havn, sum bókstaviliga verða settir í glas og rammu og rokningin send til øll húsarhald í Føroyum!"

Frí kapping millum havnir

At tað ikki eru nógvir reiðarar eftir í Havn skal eg venda aftur til. Men lat meg fyrst vísa á, at Norðlýsið hevur áhaldandi og í áravis hildið fast um, at Tórshavnar kommuna einsamøll fær allar inntøkurnar av útflutninginum av alifiski og pelagiskum og øðrum fiskasløgum. Ferð eftir ferð hevur verið pástaðið, at Tórshavnar havn fær lutfalsliga ovnógv burturúr okkara inn- og útflutningi.

Eg havi áður víst á, at í fyrsta lagi er tað soleiðis, at Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna er hvør sítt. Sum tann einasta í landinum hevur Tórshavnar havn síðan í tríatiárunum verið sjálvstøðug við egnum roknskapi. Tað renna ongir pengar millum Tórshavnar havn og kommununa. Tórshavnar havn hevur sínar egnu inntøkur og fíggjar sjálv sínar íløgur.

Eg havi eisini áður víst á, at fram til ár 2000 var tað landsstýrið, sum ásetti gjøldini fyri av- og uppskipan, men síðan tá hevur talan verið um fría kapping á økinum. Tórshavnar havn hevur kortini ikki hækkað gjøldini síðan tá.

Vit hava eisini áður sett eitt roknistykki upp, sum vísti, at í fyrraárið var samlaða inntøkan sambært Hagstovuni slakar 55 miljónir. Hetta merkir, at við um 40% av fólkatalinum, so var talan um eina inntøku uppá 2.779 krónur pr. fólk í Tórshavnar kommunu.

Tilsvarandi var inntøkan hjá havnini í Klaksvík um 9 miljónir, býtt á fólkatalið var talan um 1.839 krónur pr. fólk. Í Runavík var sama tal 2.566 krónur pr. fólk, men í Fuglafirði var tað 4.249 krónur, altso nógv tað hægsta.

Ístaðin fyri at fara at órógva fríu kappingina og at javna t.d. frá Fuglafirði, so hevði verið púra nátúrligt, at havnir, sum t.d. Klaksvíkar havn, fylgdu Fuglafirði við at áseta eitt ávíst prosentgjald av sjálvum virðinum á landaða tilfeinginum. Tí virðið á tilfeinginum, sum kemur upp í eitt nú Klaksvík, er ófatiliga stórt. Hetta er púra vanligt í stóru havnunum í grannalondum okkara.

Vit og vinnulívið

Vit eiga ikki nógvar reiðarar eftir í Havn. Í øllum førum ikki, sum lukta av fiski. Høvuðsorsøkin er, at almennu Føroyar hava brúkt okkara fiskatilfeingi til sokallaða útjavning. Og tá tað almenna javnar ær Havnin onki. Tað eiga serliga klaksvíkingar at vita. So Sjóvinnuhúsið verður neyvan fylt við reiðarum.

Ætlanin við Sjóvinnuhúsinum er at betra karmarnar hjá øllum tí vinnulívi, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn. Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin. Vit hava góðar førleikar og holla vitan innan nógv av tí, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin.

Sum víst á í tíðindaskrivi í gjár, kunnu hølini nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, umsiting og menning av virðisøking og marknaðarføring av fiskavørum, havtøkni, havkanningum, lívtøkni, sjóvinnuráðgeving, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymsum skeiðsvirksemi innan sama økið - og sjálvandi, reiðaravirksemi.

Sjóvinnuhúsið skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovuumhvørvi, og vit vóna, at úrslitið verður eitt samstarv uttan líka, sum tað fer at spretta nógv íverksetan og menning burturúr. Hetta er ikki eitt átak fyri havnafólk. Hetta er eitt menningarátak fyri allar Føroyar, fyri framburð og menning. Sum eisini víst á er áhugin sjáldsama stórur - eisini norðaneftir!

---

Eg fari ikki út í nakra runublaking í hesum sambandi, haldi bara, at fólk eiga at duga sær hógv og síggja tingini í røttum perspektivi. Um útjavning skal blandast uppí hvørt einasta átak, sum verður framt í høvuðsstaðnum øllum Føroyum at gagni, so verður kjakið rættiliga høpisleyst, um høvuðsstaðurin fer at krevja sín part av okkara tilfeingi, hvørja einastu ferð, okkurt verður bygt ella skapt í Klaksvík ella aðrastaðni.

Fegnist heldur við okkum um henda einastandandi møguleika fyri framburði, sum kemur at verða okkum øllum føroyingum at gagni.

Sjúrður Olsen

form. vinnunevnd Tórshavnar býráðs