Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt lítið fet á Skopunarvegnum, er eitt risalop fyri Føroyar!

Coming together is the beginning, keeping together is progress, and working together is succes.

Orðini eigur Henry Ford og lýsa tey á ein stuttan og greiðan hátt, hvussu leiðin laðast til væleydnað úrslit.

Tað var eisini ein Ford-bilur, sum koyrdi á fyrsta vegnum, millum bygda í Føroyum. Vegnum millum Skopun og Sand. Arbeiðið uppá vegin byrjaði fyri umleið 100 árum síðani, og gjørdist harvið fyrsti veruligi vegur millum bygda í Føroyum. Hugsjónin hjá hesum frambrotssinnaðu fólkum var at binda bygdir saman, at menna vinnumøguleikarnar og at betra um fortreytirnar fyri framburði í samfelagnum.

Aftanfyri hugmyndina um Skopunarvegin, sum vit í dag kalla hann, var uttan iva, spírandi hugsanin um at binda landið alt, og fólkið saman. Gamaní vóru tað nógv sum hildu tað verða ørskap, m.a. søgdu sambandsfólk at føroyski fóturin var ikki gjørdur til at ganga á vegi við. Tíbetur vóru tað onnur, sum hugsaðu annarleiðis.

Og tíbetur vóru tað nógv í Føroyum sum tóku við, har sum Sandoyingar byrjaðu. Við fyrstu bilunum, og tí risaframburði sum teir vóru fyri vinnulív og mentan, gekk ikki long tíð, so vóru vegir at síggja í flestu oyggjum. Og har líðirnar vóru ov truplar at fara í gjøgnum, varð farið undir at gera tunlar. Her gingu Suðuroyingar og Norðingar á odda.

Skjótt gjørdist tó greitt at ferjur máttu til, fyri at flyta bilarnar millum oyggjarnar, men tað ikki gekk long tíð so byrjaðu tey mest nýskipanarsinnaðu fólkini í landinum at tosa um at binda oyggjarnar saman. Serliga vágafólk. Minnist meg rætt var Vilhelm Nielsen, ein tann ídnasti at tala fyri brúgv um Vestmannasund.

Fari tó serliga at nevna mín góða vin, Jógvan við Keldu, sum á nógvum økjum hevur verið væl frammanfyri sína tíð, um ikki fremstur á øllum økjum. Í undirsjóvartunnilsmálum, er einki at ivast í at Jógvan við Keldu, er størsti slóðarin og fortalarin fyri undirsjóvartunlum í Føroyum. Tá hugsi eg um politikarar.

Mínar stóru fyrimyndir sum kveikjarar av tankanum um at binda oyggjarnar saman, eru uttan iva brøðurnir Sakaris og Hanus Vang. Felags fyri Vilhelm Nielsen, Jógvan við Keldu, Sakaris Vang og Hanus Vang, er at teir hava sæð, og tora at sett orð á tað sum vísti seg at verða framburðurin fyri tey flestu, men sum í samtíðini av nógvum var roknað sum ørvitistos. Og til tess krevst ikki bara framskygni, men sanniliga eisini dirvi.

Jógvan við Keldu, var harumframt somikið ósjálvsøkin, at hann mælti til at gera Vágatunnilin fyrst og síðani Norðoyatunnilin. Langt kann tykjast til slíka hugsan í dag, har fleiri vilja hava vegasamband nummar tvey og trý, til seg sjálvs, áðrenn tey unna grannanum fasta sambandið.

Føroyska samfelagið hevur higartil bygt vegir, byrgingar, brúgvar, tunlar, og undirsjóvartunlar, fyri eitt samlað dagsvirði uppá eina 10 mia. krónur. Fyri teir pengarnar hava við samanbundið 85% av føroya fólki, og øll hava vit í felag rinda fyri gildið. Fyrimunirnar við at binda landið saman eru somikið stórir og somikið grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði og vøkstri, at eingin hugsar um at spola filmin aftur. Uttan mun til hvussu tógvið stríðið hevur verið.

Einki er at ivast í at Sandoyartunnilin skuldi vera tann triði í røðini av undirsjóvartunlum, eftir Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Fleiri Løgmansrøður staðfesta tað, umframt at hettar var avrátt millum okkum sum samtyktu at byggja teir báðar undirsjóvartunlarnar. Sum kuriosum kann nevnast at eg sjálvur, sum landsstýrismaður lat tær fyrstu 32 mió.kr. til Norðoyatunnilin. Tað var avlopið á játtanini á almannaøkinum tað árið. Fekk tá greitt lyfti frá táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, og táverandi fíggjarmálaráðharra, Karsten Hansen, um at Sandoyartunnilin, var næstur í røðini av undirsjóvartunlum. Livst so spyrst hvussu lyftini halda.

Dagurin í dag er av mongum róptur at vera tunnilsdagurin mikli, nú uppskotini ikki longur kunnu teljast á einari hond. Og vanliga boðar tað ikki frá góðum, tá viljin er ovrhonds góður, men ymiskur og spjaddur. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður eigur rós fyri at hava byrjað eina kapprenning um tunlar. Stóri spurningurin er bara, um tilgongdin fær nakran enda, ella hon endar so endaleys sum Sandoyartunnilin á sinni, eftir at stórur meiriluti á tingi hevði samtykt at gera hann. Tó uttan vert.

Skulu vit gera eina roynd at síggja samferðslukervið úr erva, er einki at ivast í at verandi fíggingarleistur, skattafíggjaða útbyggingin, hevur gagnað flestu føroyingum sera væl. Og fá eru tey sum hava sitið sum eftirbátur ov leingi. Her eiga vit at hava í huga at framburður hjá summum, lætt gerst relativt afturstig hjá øðrum. Dalur, Fámjin, Tjørnuvík og Gjógv, eru bygdir sum eftir mínum tykki, eiga at svíða sum skomm hjá samlaðu politisku skipanini, tá um samferðslunýskipan ræður.

Undirsjóvartunlarnir eru gjørdir eftir øðrum leisti, og her er beinleiðis brúkaragjald á fyrsta sinni lagt á føroyingar fyri at koyra á føroyskum vegateini. Eg stríddist sjálvur fyri verandi undirsjóvartunnilsleisti. Ikki tí hann hugsjónarliga var tann frægasti, men tí hann í táverandi støðu, helst var tann einasti sum semja kundi fáast um.

Í dag viðger Løgtingið, eitt møguligt framhald, og útbygging av verandi samferðslukervi. Og spurningurin sum politiska skipanin skal taka støðu til er um Skálafjarðartunnilin og/ella Sandoyartunnilin skulu byggjast í komandi tíðum, saman ella hvør sær. Privat, ella alment.

Einki er at ivast í at eg hugsjónarliga hella vit í Tjóðveldi til eina samhaldsfasta samferðsluætlan fyri Føroyar allar. Tí Føroyingar hava, sum í orðunum hjá Henry Ford, funnið saman, hava arbeitt saman, og bygt loysnirnar saman. Samhaldsfast.

Tá CHE-samgongan við Bjørt Samuelsen sum semjusøkjara, skuldi finna eina loysn á Sandoyartunlinum, var loysnin eins og í uppskotinum hjá Akseli V. Johannesen og henni sjálvari, at Skálafjarðartunnilin/Eysturoyartunnilin skuldi stuðla uppundir fíggingina av Sandoyartunlinum.

Nógv reistust tá á afturbeinini. Tað kom ikki uppá tal at so skuldi vera, tí tað var/er púra órímiligt at eitt yvirskot av Eysturoyartunlinum skal fíggja Sandoyingar, sum summi málbóru seg.

Íðan! Er tað rættari og rímiligari at Eysturoyingar fíggja danskar pensjónsíløgur, enn at vera við at fíggja møguliga framtíð hjá Sandoyingum, sum samanrunnin partur av Føroyalandi?

Skilji hvør, ið skilja vil. Og forrestin haldi eg tað vera skammiligt, at vit sum hava so stóran tørv á hvørjum øðrum, her miðskeiðis í Norðurhøvum, loyva einum so sundurlagandi hugburði á gátt. Hava vit ikki í felag og eftir førimuni bygt landið? Er tað sum hevur bygt landið higartil, ikki júst, at har onkur ikki røkkur, tekur annar og rættir honum hond. Tann fríski, hjálpir tí sjúka. Tann síggjandi, tí blinda. Tann skjóti, tí seina. Tað er bulurin í tí føroyska samfelagnum vit hava bygt higartil.

Men spjadda tilgongdin til hettar tunnilskjakið ørkymlar meg. Kennist onkursvegna, sum ov illani fyrireika, og onki er at ivast í at møguleikin hjá teimum sum vilja at einki skal henda, er størri, jú fleiri uppskotini eru. Júst tí hava Gerhard Lognberg, og undirritaði, fyribils í hvussu er, valt ikki at vera við í kappbjóðingini um at leggja fram verklagslóg um almennan Sandoyartunnil.

Tá so stórar verkætlanir verða bornar fram í dagsins ljós, er týdningarmikið at tilgongdin er trygg og væl fyrireikað, og ikki minst, er erlig móti teimum fólkum, sum við spenningi taka við framburðinum.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt sær eina politiska bólkingarskipan, har hann býtir ætlanir upp. Alneyðugt, neyðugt og ynskiligt. Einki er at ivast í at Sandoyartunnilin er alneyðugur, skal vón vera fyri Sandoynni, og nógv er sum bendir á at Skálafjarðartunnilin er ynskiligur. Eg fari tó valla at gera mítt til at forða fyri einum Skálafjarðartunli, serliga um ein skipað loysn finst fyri Sandoyartunlinum samstundis.

Vón mín er, at ein so breið semja sum til ber finst um loysn, fyri bæði Skálafjarðartunli og Sandoyartunli. Eg frábiði mær kortini tátur, sum býtishandil, um tað er onkur sum skuldi hugsa so stutt.

Finnur politiska skipanin eina loysn fyri hesum báðu risaverkætlanum, Skálafjarðartunlinum, og Sandoyartunlinum, so hava vit gjørt okkara til at flyta Føroyar risafet á leið fyri samanrenningini av oyggjalandinum Føroyar.

Sigi samfelt við Anfinni Kallsberg, og Janusi Rein. Vit steðga ikki fyrr enn fast er fingið á Suðuroynni. Tað ber væl til. So frætt av framskygni hava forfedrarnir lagt niður í okkum. Tá kunnu vit av røttum siga:

Eitt lítið fet á Skopunarvegnum, er eitt risalop fyri allar Føroyar.

Páll á Reynatúgvu