Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt kvinnubrot 95 ár

Emma Winther verður 95 ár í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri, heilsaði henni á føðingardegnum seinnapartin.

Emma Winther er dóttir Dáva úr Gerðum hjá Óla-Klokker og Armgaard hjá Óla hjá Karl á Vágsheygnum. Hon er tann triðja í røðini av tíggju systkjum. Øll systkini búsettust í Klaksvík uttan Emma, sum var lækni í Fuglafirði.

14 ára gomul fór hon til Danmarkar á preliminerskúla í 1932. Seinni tók hon studentsprógv og las til lækna, áðrenn hon fór í starv sum kommunulækni í Fuglafirði í 1954.

- Har fekk hon skjótt orð á seg sum ein nærløgd og sera fyrikomandi kona. Øll vóru góð við hana, segð Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Altíð vóru boð eftir henni, og av somu orsøk vóru arbeiðsdagarnir í Fuglafirði og í grannabygdunum bæði langir og strævnir. Men Emma ræddist ongantíð avbjóðingar.

- Vegasambandið var ikki serliga gott tá, men Emma settist ikki aftur av tí orsøk. Hon hevur altíð verið røsk og ábyrgdarfull, og hon fór til gongu upp um fjøll ella við báti at røkja sítt arbeiði. Hon veit eisini alt um veður og vind, sum var neyðugt í starvinum.

- Emma hevur altíð verið treisk og gløgg. Við tøkniligu framgongdini seinastu áratíggjuni eru sprottin samskiftismiðlar sum fartelefon, sms-boð, internet – fyri ikki at tosa um Facebbok. Men Emma lærdi seg skjótt at brúka telduna og fartelefonina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á samkomuni seinnapartin.

Emma Winther var lækni í Fuglafirði í 27 ár. Síðstu arbeiðsárini var hon á Landssjúkrahúsinum, har hon gavst sum 72 ára gomul.