At vera námsfrøðingur er eitt kveikjandi og hugvekjandi starv. Eitt starv, har tú veruliga kanst gera mun í lívinum hjá øðrum menniskjum. Tí undrar tað meg, at umsóknirnar til at lesa til námsfrøðing á Fróðskaparsetrinum ikki hækka ár undan ári.
Vit hava hoyrt í tíðindunum, at lærarar verða útbúnir til arbeiðsloysi, samstundis sum vit vita, at tað mangla í minsta lagi 400 námsfrøðingar í Føroyum. Tí er tað óskiljandi, at ikki størri orka verður løgd í at útbúgva námsfrøðingar.
Fróðskaparsetrið tekur 35 námsfrøðilesandi inn í ár, og er hetta sama tal, ið verður tikið inn til læraraútbúgvingina. Tað er sera margháttligt, at tað ikki verður hugt eftir samfelagsliga tørvinum, soleiðis at man ístaðin royndi at nøkta tí ovurstóra tørvinum av námsfrøðingum, samstundis sum man kundi tálmað arbeiðsloysið hjá lærarunum, við at taka fleiri námsfrøðilesandi og færri læraralesandi inn.
Ein partur av frágreiðingini til at umsóknirnar ikki hækka hvørt ár, er tó helst, at námsfrøðiliga starvið kanska er eitt sindur illa lýtt. Eldra ættarliðið hevur, í summum førum, hug at halda, at námsfrøðiliga útbúgvingin er óneyðug. Tí umsorgan kunnu øll, og serliga kvinnur, veita.
Men, tað krevur serligar førleikar at vera í góðum og mennandi samspæli við onnur menniskju, og tað hevur so ómetaligan stóran týdning. Námsfrøðingar arbeiða við børnum, ungum og eldri - bæði við og uttan serligar avbjóðingar. Hetta er eitt fjølbroytt starv - har menniskjaligu eginleikarnir og førleikarnir veruliga verða royndir, og hetta vísir seg ikki altíð at verða virðismett frá síðu samfelagsins og politikaranna.
Hetta, saman við lágu lønunum, samanbornar við líknandi útbúgvingar, umframt í nógvum førum versnandi arbeiðsumstøðum, ger at útlitini eru sera vánalig fyri at námsfrøðiligu størvini í Føroyum verða sett av námsfrøðingum í nógv ár framyvir.
Enn havi eg ikki merkt, at nakað landsstýrisfólk tekur trupulleikan í álvara - hvørki Rigmor Dam, sum varar av útbúgvingini og hevur evstu ábyrgd av lógini fyri dagstovnar, ella Kristina Háfoss, sum varar av sáttmálanum, saman við kommununum. Eg haldi, at nú er tíð at politikarar vísa í verki, at teir virða námsfrøðiliga starvið og útbúgvingina, og vísa ein vilja til at betra arbeiðsumstøðurnar – nú er tíð at halda vallyftini!
Jógvan Philbrow