Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt kommunufelag

Tórshavnar býráð samtykti einmælt hóskvøldið, at taka undir við at skipa nýtt kommunufelag fyri allar kommunur í Føroyum.

Við støði í samráðingum millum stýrisumboð fyri Kommunusamskipan Føroya (KSF) og Føroya Kommunufelag (FKF) er gjørt uppskot til at skipa eitt felag, ið fevnir um allar kommunur í Føroyum.

Ætlanin inniber harumframt, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) í samráð við SEV og IRF, og Barnaverndarstova Føroya (BVS) gerast ein samanrunnin partur av einum kommunufelag.

Høvuðsendamálið við at skipa eitt felag er at savna orkuna, so at til ber at styrkja tað felags kommunalpolitiska arbeiðið, herundir samskiftið við landsmyndugleikarnar og at veita kommununum betri fakliga tænastu, ráðgeving v.m.

Á býráðsfundinum varð mælt til, at taka undir við at skipa nýtt kommunufelag fyri allar kommunur í Føroyum samsvarandi fyriliggjandi uppskoti.

Fíggjarnevndin samtykti 13. september 2013, at taka undir við tilmælinum, sum býráðið einmælt tók undir við.