Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt kapell krevur ikki serligar innleggingar ella tól

Áheitan mín er tí, at kapellið verður partur av at nútíðargera Landssjúkrahúsið, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, í viðmerking til fyrispurning, til Sirið Stenberg,landsstýriskvinnu.

Tíðindaskriv

Eg havi í dag sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørjar ætlanir eru at nútíðargera kapellið á Landssjúkrahúsinum. 

Tað er ein góður siður, at vit í Føroyum framhaldandi leggja so stóran dent á tað, at fylgja okkara deyðu til jarðar. Harvið so vísa vit bæði teimum, sum farin eru um sýn, og teimum, sum eftir sita, virðing. Og vit fáa samstundis eitt givið høvi til at grunda yvir tilveruna, og hvussu virðismikið og viðbrekið lívið er.

Alt fleiri doyggja á sjúkrahúsi, og seinastu árini hava alt fleiri eisini nýtt møguleikan at fylgja og vísa sína samkenslu við tey avvarðandi í kapellinum á Landssjúkrahúsinum. Tíverri uppliva vit ofta, at kapellið er ov lítið. Fólk standa í gongini ella úti á vegnum undir sera vánaligum umstøðum, hetta er órógvandi bæði fyri avvarðandi og starvsfólk. 

Løgtingið samtykti í 2016 broytingar í verklagslógini viðvíkjandi nýggjum bygningi hjá Landssjúkrahúsinum, nevndur H-bygningurin, soleiðis at landsstýriskvinnuni nú er heimilað at gera avtalur um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið fyri í mesta lagi 633,4 mió. kr. árini 2009-2021. 

Eitt kapell er lutfalsliga einfalt í mun til onnur rúm á einum sjúkrahúsi, og krevur ikki serligar innleggingar ella tól. Áheitan mín til landsstýriskvinnuna er tí, at kapellið verður partur av at nútíðargera Landssjúkrahúsið. 

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður