
Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi
Vit vóru til sáttmálasamráðingar 17.januar 2016 og tá skrivaðu
Fíggjarmálaráðið, KAF og Pedagogfelagið undir eina semju, ið skuldi staðfesta, at eitt gott arbeiðsumhvørvi og eitt álitisríkt samstarv er avgerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast.
Millum annað skuldu partarnir í samstarvi varpa ljós á at stimbra eitt gott arbeiðsumhvørvi – undir hesum eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Er arbeiðsumhvørvið ikki nóg gott – eitt nú sálarliga – kann hetta elva til størri sjúkrafráveru, mistrivnað, at fólk fara úr starvi, og at arbeiðsuppgávur ikki verða loystar so væl, sum møguligt.
Partarnir vóru samdir um at stuðla átøkum, ið fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.
Arbeiðsgevararnir skuldu kunna leiðslur og starvsfólk á landsins arbeiðsplássum um stóra týdningin av, at leiðsla og starvsfólk í felag tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Og so skuldu Arbeiðsgevararnir í sáttmálatíðarskeiðnum gera vegleiðing um, hvussu leiðslur og starvsfólk skulu fyrihalda seg, um starvsfólk eru strongd. Hartil skuldi Fíggjarmálaráðið í næstum seta í verk vegleiðing um sjúkrafráveru. Vegleiðingarnar skuldu gerast í samráð við Pedagogfelagið.
Hesa semju tók Pedagogfelagið í størsta álvara og hevur boðið álitisfólkum sínum saman við leiðarum til skeið í konfliktloysn.
So nú er mín spurningur: Nær fara Fíggjarmálaráðið og KAF í gongd við at halda sín part av avtaluni og gera nakað av hesum, sum tey hava skrivað undir uppá, nú, skjótt eitt ár er farið av sáttmálaskeiðnum? Ella er tað so, at tað ikki nyttar at gera nakra avtalu við fíggjarmálaráðið og KAF, tí tey halda ikki sínar avtalur?
Irdi Lið Gaardlykke
Nevndarlimur í Pedagogfelagnum