Eitt fyrimyndarligt arbeiði
Vegna Føroya landsstýrið vil eg takka sløkkiliðum, løgreglu, bjargingarfeløgum og øllum teimum, sum á ymsan hátt veittu hjálp, fyri tað fyrimyndarliga arbeiðið, ið varð framt, tá ið ódnarveðrið herjaði okkara land 24. og 25. november. Við hegni og dirvi framdu tit eitt megnararbeiði at veita hjálp, tá skaði stóðst, og at fyribyrgja størri skaða.
Blíðar heilsanir
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður