Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt blaðsavn fyri øll

Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir við at vera komin undir land.  
Tí skipar Landsbókasavnið Móðurmálsdagin, mikudagin 25. mars 2015 kl. 10 fyrrapart, fyri samkomu, har verkætlanin verður alment tikin í nýtslu.

Á samkomuni fer Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, at bjóða vælkomin, og aftaná fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at lata nýggja blaðsavnið upp á netinum fyri almenninginum. Síðan fer Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari, at greiða frá gongdini, tá ið mikrofilmarnir av føroysku bløðunum vórðu talgildir, og hvussu vit brúka blaðsavnið. Hanus Kamban, rithøvundur, greiðir frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu, og Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, sigur frá hendingum í føroysku blaðsøguni. Landsbókasavnið bjóðar ábit.
Samkoman á Landsbókasavninum er almenn og øll eru vælkomin.

Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir. Í maj 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í Århus og Landsbókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av filmunum. Alt tað skannaða tilfarið er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløðini umvegis netið.

Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð.
Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áður hava ligið úti alment í savninum tidarrit.fo, sum eisini er heitið á nýggja blaðportalinum. Á portalinum fer m.a. at bera til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá.

Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum hevur verið drúgv og umfatandi. Tað hevur týdning at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløðunum og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skanningini, men kortini er alt hampuliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum.

Við hesi verkætlanini hevur Landsbókasavnið tikið eitt stórt fet á leiðini at gerast eitt talgilt bókasavn, og so er hetta bara byrjanin.