Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt ár í Føroyum og 100 ár í Finnlandi

Summarframsýnigin letur upp mikudagin 7. juni kl. 17.00 og kl 19.30 verður 100 ára dagurin hjá Finnlandi hátíðarhildin við konsert.   
 
Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu.  Til Summarframsýningina 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið – millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu.  
 
Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagar og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjólív. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á.  
 
Heili 632 myndir eru innkomnar. 
 
Í sambandi við ferniseringina verður eisini ársins mynd útnevnd. BankNordik letur eina peningagávu á 5.000 kr til bestu myndina.  
 
Konsertin ”Norðurljóð fyri Finnland” er tónlistarliga tjóðargávan frá Voksenåsen (og Norðurlandahúsinum) til Finnland.   
 
Summarakademiið í Voksenåsen varð í 2016 byrjanin til eina nýggja sermerkta verkætlan, sum skuldi vera við til at hátíðarhalda at Finnland verður 100 ár í 2017. Fýra ung úr Norðurlondunum Noregi, Svøríki og Finnlandi stovnaðu kvartettina Nordlyd og byrjaðu tónlistarligu fyrireikingarnar til eina konsertferð runt í Norðurlondum. 

Á skránni verða m.a. Voces Intimae, op. 56, eftir Jean Sibelius og Terra Memoria eftir Kaija Saariaho.