Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eistarok á bonaðu fjalunum

Tórbjørn Jacobsen:

Tóroddur hjá Palla í Brekkum er landsins størsti trupulleiki. Hann sigst hava sagt eitthvørt, sum er gingið politiska valdinum so nær, at tað skinklar í kongunum. Allar grindir eru farnar á víðan vegg, og úr hurðagapunum koma høgrapolitisku umboðini hjá fátalinum av seráhugamálum, við slipsum sum breiðfokkum, flippum sum vindskeiðum, hvølpaeygum og glitrandi Armani-habittum, og hótta við heimsins undirgangi, nú ein av frægastu yrkjarum okkara hevur vágað sær at hava eina meining um mentanarpolitikk landsins. Sami maður sum eigur hesi orðini: “Eg trívist so væl har eg ikki grynni, blívi eitt sindur vátur, men hvat ger tað, tá eg afturfyri fái uppí nógvar skipslastir av spraklandi yrkingum". Ein av fáum sum hevur varnast, at júst á hasum mótinum henda broytingarnar. Frá íhaldni og status quo til menning og vøkstur.

Løgmaður, sum ikki hevur mist pippið av at vera politiskt neyðtikin av Fólkaflokkinum dag og dagliga, nátt eftir nátt, onkursvegna tykist hetta harafturímóti at virka sum stimbrandi heilivágur í kropsskinni og heilaførningi hansara, substral, er prippin um kontroversiella verbala útlátið hjá gamla og ývna reyðhærda grótsmiðinum. Nú havi eg ikki sæð umrødda brot í sjónvarpinum, kann tí ikki meta um sámiligheitina í tí, men sambært sambandskvørnini eystanfyri Djúpini, er løgmaður vorðin skelkaður, og hesin sami “statsmaður” staðfestir, at persónligar hóttanir eru førdar fram. Eisini vassar hann út í eitt beinleiðis álop á redaktiónina hjá d&v hetta kvøldið, og hann sigur, at farið er langt út um tað mark, sum politikarar skulu tola. Hann heldur eisini, at hetta sum Tóroddur Poulsen hevur sagt, kann fáa tað ringasta fram hjá øðrum, sum hoyra slíkt – og tað kann fáa álvarsamar fylgjur, staðfestir løgmaður til endans í samrøðuni við økisformannin hjá Sambandinum í Norðoyggjum.

Tað finnast menn í politisku skipanini, ið eru turkaðir fyri reflektiónsevnir. Filosofisk kastratión og vantandi abstrahering er orsøkin til, at alt gerst so eirindaleysa berligt og ítøkiligt. Púrgjørt og fátækt. Ongar biologiskar, sosiologiskar og persónligar grundir finnast fyri tí sum hendir. Fosturtøka snýr seg um ein hvítkitlaðan kvakksalvara, sum við einum klova drepur fostrið í móðurlívi. Samkyndleiki snýr seg bara um ta sexuellu aktina og eg minnist serliga væl ta einu ferðina, eg í eini røðu á Vaglinum hevði endurgivið úr eini yrking hjá Jóannesi á Mølini Dalsgaard, um Salvador Allende: “Hoyrir tú skotríðurnar frá avrættingardeildunum uttan fyri Santiago?”, at hin mikli hugsjónarmaðurin, Alfred Olsen, í ramasta álvara fekk tað til, at eg hevði ætlanir um at skipa eina paramilitera rørslu, uppat flokkinum eg umboðaði, og at nú skuldi skjótast og myrðast frá hond haðartil politiski sigurin var vunnin.

Finst moralur og etikkur í politisku skipanini, bara táið tað snýr seg um ginið á fólki, var tað ein annar yrkjari sum spurdi fyri kortum. Ella var útsøgnin hjá Tóroddi bara ein hentur lítlifingur, sum kundi brúkast til at flyta fokus frá øllum ræðuleikunum, sum hendan vanlukku heimastýrisstjórnin við Jørgen sum oddvita og Kaj Leo sum hátalara hevur framt og ætlar at fremja? Orðini hjá einum tingmanni Fólkafloksins, á landsfundinum í vikuskiftinum, sigur í grundini alt um støðuna. Viðkomandi tók soleiðsni til orðanna: “Jørgen megnaði í 13 dagar, sama tíðarmál sum Cuba-kreppan, at fremja tað, ið Óli Breckmann við ongum úrslitum hevur sjabbað um líka soleingi sum ísraelsmenn vóru í oyðimørkini – í 40 ár.” Og hetta er bara einum politiskt kastreraðum Sambandsflokki fyri at takka. Teir standa sum eunukkar og verja grindina við tjaldið, har Fólkaflokkurin dusar sær meira enn nakrantíð. Lyndon B. Johnson skuldi einaferð taka til, at tað var betri at taka ein andstøðing inn í tjaldið soleiðis, at hann kastaði sær av vatninum út ígjøgnum samankomingina heldur enn inn ígjøgnum hana. So eiðasørt at radikalu sjálvstýrararnir hava tørv á at hugsa tann tankan, táið tað ræður um løgmann og ovasta hierarkiið hjá samhørigheitini.

Ófíggjaði flatskatturin, sum partvíst verður fyribils finansieraður við pensiónsráninum. Torpederingin av Landsbankanum og eftir øllum at døma Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum. Niðurtøkan av Búskaparráðnum og Hagstovuni. Niðurlaðingin av Búskapargrunninum. Nýggju ránini í Húsalánsgrunninum, Realinum og ivaleyst eisini Búnaðargrunninum. Fakfeløgini, sum vórðu trýst í botn til at kíka, at lønarhækkingarnar skuldu víkja frá generella prosentsatsinum. Slaktið av bókasøvnunum. Mønustingurin sum Tjóðpallurin fekk. Havrannsóknarskipið sum bleiv lorað fyri borð. Totala ignoransan mótvegis fiski- og havfrøðini. Bankarnir, ið sleppa at spæla við samfelagið, sum teir ynskja og vilja. ES-granskingin sum er slept uppá fjall. Niðurtøkan í útgjaldinum hjá teimum arbeiðsleysu. Heilsuverkið í andaleypi. Burturfoykingin av týdningarmestu sendistovuni – í London. Hópflýggjanin av landinum. Og ikki minst tann mentanarligi skansin, Mentanargrunnurin, sum nú fær sítt banahøgg, og endamálið er sjálvsagt at kvala sálina og tær mest sensiblu antennurnar í samfelagnum í føðingini, yrkjararnar og mentafólkini. Kringvarpið er eisini komið í skotmála, tað ræður um at berja niður allar instansir, sum kunnu rópa demokratisku prosessina uppaftur til dáð, og kritisku greiningina av tí, sum samgongan heldur varð fullgjørt eftir 13 døgum. Hetta er bara partur av álopinum á samfelagið, sum sitandi minnilutadiktatur hevur framt og hevur avgjørt at fremja.

Størsta brotsgerðin er nú eisini komin í stropa, parlamentið fer um dagarnar undir at tosa um hvussu fólksins ognir á havleiðunum, og í tí gigantiska bassenginum, sum liggur ímillum havbotnin og sjóvarmálan, innanvert fiskimarkið, skal frámatrikulerast til nakrar fáar útvaldar feudalharrar í aldur og ævir allar. Tað er líkamikið hvat tingið ger og sigur, avgerðin er tikin frammanundan, á ráðstevnum, har úrvalda liðið orkestrerar politisku undirsáttunum, og í skýmaskotunum, har avgerðirnar verða tiknar, sum skulu smoyggjast niður um smørbleytu akslarnar og gyrðnu yvirarmarnar á Sambandsflokkinum við fáfongd løgmansins sum perfektum glíðikremi. Eisini hesum leikinum stjórna korridorkóvboyararnir, sum bara hava sær fyri eyga at lívga seráhugamálunum, sum aftur lívga teir við einum peningalunsi til propaganduna, fjórða hvørt ár, sum skal eggja teimum rændu til at velja rænararnar aftur á ting, fyri at kringekjan kann halda fram at mala, sum um, at onki var hent. Eitt serligt føroyskt syndrom, sum í lutum líkist tí Stockholmska.

Jørgen hevur sjálvsagt, í eini lagaligari løtu, íblástur av spunakveikjarum sínum, lýttað løgmanni í oyra, at áneyðir eru á at flyta fokus eina løtu. Fólkið megnar ikki mentalt at absorbera so nógvan tramansskap í einum. Góð ráð vóru nú dýr, men hyggjuráðini vóru at sleingja eitt tíðindaskriv út um óskilið í almennu nevndarskógini. Konfronteraður í sjónvarpinum hevði Kaj Leo Holm Johannessen ikki minsta ánilsi fyri, hvat málið snúði seg um. Oddviti landsins sat púrasta masfoss, tá hann skuldi gera greiði fyri sínum egnu luftigu tankum. Fyri tað mesta tosaði hann diametralt ímóti tí, sum hann fyrr um dagin hevði sagt í einum øðrum miðli. So var hasin fokusmissilurin skotin niður. Eftir tað liggur øll fokusflytingin tung á herðunum hjá einum yrkjara, hálvur úr Brekkunum á Toftum og hin parturin úr Arge-íleguni í Havn. Aftaná fascistoidu kollveltingina og aftaná at allir andvarparar eru amputeraðir, ætlar løgmaður, sum ábyrgdarmaður, at halda fast um, at Tóroddur Poulsen er vandamesti maðurin, sum gongur leysur í Føroyum. Hetta skal káma fyri sjónini inn í veruliga suppudasin, hjá vanliga manninum, sum bløðir og betalir fyri alt gildið.

Obram var ikki vísur í, hvørt hann hevði hoyrt ella droymt hesi orðini: “Tú kanst ogna tær tey fagrastu grønu gilini í landinum. Tú kanst gerast størsti maðurin í heiminum og fylla stjørnurnar við seyði og neytum og við vitum, sum varpa ljós yvir títt tignarliga navn. Men kongurin er geldingur.” Hetta kom fram fyri Obram eftir at Tóvó hevði slept takinum og steinar og pungur vóru leys frá kroppi hansara. Brot úr skaldsøguni Brahmadellarnir.

Í bókini “Sannleikin handan Kennedy-mýtuna” skrivar Seymour M. Hersh, at John F. Kennedy eftir Cuba-kreppuna sólaði sær í ljósinum sum ein friðarelskandi oddviti og dúgva. Púra opinskárað tosaði hann um, at hann hevði skorið eistuni undan sovjetiska leiðaranum Khrustjov. Hesar báðar endurgevingarnar, burturúr ómetaliga mongum, eru dømir um, at hetta ikki er ókendur politiskur sjargongur. Heldur tvørturímóti.

Skilji á lagnum, at Tóroddur Poulsen ógvuliga opinskárað hevur róð fram undir tað sama viðvíkjandi landsstýrismaninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, - í eini samrøðu við sjónvarpið. Er tað so, so er tað størsta mistakið yrkjarin nakrantíð hevur komið sær nær í námind av, tí politisk eistur finnast ikki í Sambandsflokkinum longur. Eistarokið á bonaðu fjalunum er ein hvørvisjón, seinasta royndin at flyta fokus frá egnari ómegd. Har er onki at kastrera, og bara tí stendur eitt nú Bjørn Kalsø, sum ein av politisku eunukkunum, heiðursvakt við tjaldið, har fólkafloksmenn reiggja sleggjuni inni við essuna til nýggj átøk, fyri at taka niður vælferðarsamfelagið, og fyri at gera tað uppaftur meira liviligt hjá 20 familjum í Føroyum, sum í einum og øllum aksla síni skinn við teir. Andsøgnin er, sum Jóanes Nielsen orðar tað í nýggjasta yrkingarsavninum “Tapet millum øldir”: “Tað ringasta er ikki at fimti hvør føroyingur letur teimum atkvøðuna. Men at teirra lortabyttur finnast í øllum flokkum.”

Sic transit gloria mundi !

Søgan sleppur ikki úr rammuni/sporini eru yvirkavað og fuglurin heldur seg til tey heitastu vindeyguni/morðvápnið er ikki skapt enn/deyðin fylgir tí nýggjasta mótanum/lívið er avoldað/nakið. Soleiðis tekur malsjónski og obsternasigi fokusdepilin so málandi til í “Avbyrgingunum”.

Samfelagið verður ein rúkandi øskudungi, - um hetta lagið heldur fram. Tímin er komin til at saðla um, og at foykja hesar jassarnar frá flógvu radiatorunum og heimastýrisvaldinum danska.