Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eisini tunnilstrygdin er tagd burtur

Hvør rindar fyri trygdina í Tangatunlinum?

Vit vita ikki enn, um nakað av tunnilsuppskotunum verður samtykt. Og vit eru langt frá at hava sæð nakað prosjekt. Men um vit síggja burtur frá akkurát hvat uppskot verður valt, so eru kortini nógvir ósvaraðir spurningar, sum hava stóran fíggjarligan týdning fyri kommunurnar og skattaborgararnar báðumegin tunnilsmunnarnar. Havi áður víst á, at fleiri avleiddar verkætlanir eru tagdar burtur – herundir innkomuvegurin til Havnar. Ein annar av stóru spurningunum er um trygdina og trygdartilbúgvingina, og tann spurningurin er eisini tagdur burtur í politiska ruðuleikanum um tunnilsverkætlanina hjá innlendismálaráðharranum.

Kommunurnar skulu gjalda fyri trygdina

Hóast landsstýrismaðurin við lógaruppskoti sínum til tunnil ætlar sær at taka ræðið av kommununum og harvið fáa sær sjálvum fullan góðkenningarmyndugleika av ætlanini um tunnil um Tangafjørð, so er onki sum bendir á, at landsstýrismaðurin ikki ætlar, at kommunurnar kortini skulu bera allan kostnað og hava fulla ábyrgd av trygdini og stilla við tilbúgving, manning og møtiskyldu, uttan mun til, hvat trygdarstig tunnilin hevur.

Slíkar eykaútreiðslur til tilbúgving blivu lagdar á kommunurnar báðumegin Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tá teir báðir almennu tunnlarnir vóru bygdir, og alt bendir á, at hóast tað millum Suðureysturoy og Suðurstreymoy verður talan um ein privatan tunnilseigara, so ætlar innlendismálaráðharrin, at kommunurnar og skattaborgararnir í Suðureysturoy og Tórshavnar kommuna skulu bera allan kostnað av tilbúgvingini til hesa privatu verkætlanina.

Landsstýrismaðurin vil einsamallur ráða

Við verandi uppskoti frá innlendismálaráðnum hava kommunurnar ikki minstu hóming av, hvat landsstýrismaðurin og privati tunnilseigarin ímynda sær, tá tað snýr seg um tilbúgving til júst hendan tunnilin.

Og landsstýrismaðurin ætlar heldur ikki, at kommunalir byggimyndugleikar ella nakar annar skal kunna seta krøv, tí hann vil taka byggimyndugleikan frá kommununum, og einsamallur sleppa at verða góðkenningarmyndugleiki.

Tilbúgvingarstøðið er ókent

Talan er als ikki um ein vanligan tunnil. Talan er um ein sera langan tunnil við tungari ferðslu og rundkoyring. Hetta setir strong krøv til trygd og bjarging. Kommunurnar vita ikki, um tær skulu fylgja vánaligum norskum fyriskipanum, onkrum hissini EU-direktivi um tunnilstrygd, ella um innlendismálaráðið smíðar sínar heilt egnu reglur um tunnilstrygdina. Tað einasta vit vita er, at kommunurnar báðumegin tunnilin helst koma at standa eftir við trupulleikanum og rokningini.

Tað er ikki so frægt, at nøkur krøv eru galdandi í Føroyum, ið myndugleikarnir kunnu halda seg til. Ella sagt við øðrum orðum, so vil landsstýrismaðurin hava frítt slag at loyva tað, sum honum ella tunnilseigaranum passar best. Og tað verður neyvan tann tryggasta, men heldur tann bíligasta trygdarloysnin, við tí lægst møguliga trygdarstøðinum.

Minstakravið er, at kommunalu byggimyndugleikarnir og tilbúgvingarmyndugleikarnir fáa at vita, hvat trygdarstig innlendismálaráðið ætlar at galda fyri henda tunnilin. Tað má vera so, at tey sum fara inn í tunnilin, kunnu hava álit á, at tunnilstrygdin er væl frágingin og í góðum hondum. Álvarssomu tunnilsvanlukkurnar og eldsbrunarnir sum hava verið í bæði norskum og europeiskum tunnlum seinastu árini, kunnu vit ikki at góðtaka.

Men viðvíkjandi trygdarviðurskiftunum í tunlinum undir Tangafirði fær ongin nakað at vita frá innlendismálaráðnum.

Vit vita væl, at onki prosjekt er gjørt enn, men tað hevði nú verið snilt at fingið at vita, eftir hvørjum reglum arbeiðast skal og hvørjar treytir verða galdandi. Ikki minst tá sáttmálin landsstýrismaðurin hevur gjørt við donsku tunnilseigararnar er so loyniligur, at ongin kann sleppa at síggja hann, og at ongin tí veit hvat er avtalað um trygdarviðurskifti og tilbúgving. Tí hetta verða ikki smávegis krøv – og treytirnar vera tær somu báðumegin tunnilin!

”Other peoples money”

Tað sær ikki mætari út enn, at borgararnir í teimum respektivu kommununum standa eftir við allari rokningini. IKKI innlendismálaráðið og IKKI privata felagið, sum skal eiga og reka tunnilin – men einans skattaborgararnir í Suðureysturoy og Suðurstreymoy.

Jú, tað er lætt hjá innlendismálaráðharranum at lóggeva um ”other peoples money”.

Heðin Mortensen

borgarstjóri