Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eisini pláss fyri smærri ítróttargreinum í Tórshavn

Tað tykiskt sum at bara tað er ein bóltur, so standa politikarar í kø fyri at skapa karmar, hóast tað finnast smærri ítrottargreinar í Tórshavn, ið als ikki hava umstøður og enn minni karmar til nakað virksemi. Hesar ítróttargreinar verða einans hildnar uppi av eldsálum. Hesar ítróttargreinarnar skapa sanniliga trivnað og fjølbroytni í býnum, og tí skulu tær ikki einans hanga á herðunum hjá einstøku eldsálunum. Hetta vil eg komandi 4 árini arbeiða fyri at fremja í býráðnum.

Byrsumúli

Ein av hesum ítróttargreinunum er felagið í Havn, ið fæst við leirdúgvu skjóting. Hóast eg fyrr í býráðnum havi arbeitt støðugt fyri at betra um umstøðurnar hjá leirdúgvuskjótingini í Havn, so er langt eftir á mál. Við visiónini um, at vit skulu hýsa oyggjaleikunum, so skulu umstøður sum hesar mennast, og hví ikki byrja beinanvegin, so leirdúgvu skjótingin fær betri umstøður at vaksa.

Golf

Golfvøllurin á Glyvursnesi hevur verið ein afturvendandi kastibløka millum politikarar í býráðnum. Eg haldi, at tíðin er komin, at seta hendan á dagskrá og seta pening av fyri at Tórshavn sum høvuðstaður kann bjóða fram ein golfvøll, ið lýkur altjóða krøv og kann hýsa kappingum. Hetta vil eisini gera tað lættari at fáa oyggjaleikirnar til Havnar.

Dart

Tað eru eftir hondini nøkur ár síðan, at vit høvdu eitt spennandi dart umhvørvi í Havn. Tíbetur finnast tað nakrar einstakar eldsálir, ið enn royna at halda lív í dart ítróttinum. Eg vil við tínum stuðli hjálpa dart ítróttinum til umstøður, ið aftur vilja skapa eitt dart umhvørvi og fastar karmar at spæla dart og hýsa kappingum í høvusstaðnum.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð