Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eisini donsk vinna fegnast um at skattatrýstið er á veg niður

Stjórin í Dansk Industri fegnast um breiðu politisku semjuna í Danmark um at lækka høga danska skattatrýstið.

Karsten Dybvad, stjóri í Dansk Industri, sigur við DI Opinion í viðmerking til breiðu semjuna, at tað er positivt, at tað er gjørd ein breið politisk semja um at lækka høga danska skatta trýstið. Vit skulu hava vøksturin aftur til Danmarkar og skapa nýggj arbeiðspláss. Ein lægri inntøkuskattur, sum avtalan hevur við sær, hjálpir væl til at seta gongd í danska búskapin.

Tað er sera týdningarmikið, at skatturin fyri arbeiði, lækkar. Vit fara at arbeiða meira komandi árini. Ein hægri frádráttur og ein hægri greinsa fyri, nær topskattur skal rindast, fer at merkja, at nógvir løntakarar fáa meira til sín sjálvs við at taka eitt eyka tørn. Tað gagnar bæði tí einkulta og danska búskapinum.

Eitt reelt lægri skattatrýst og lægri skattur á arbeiði merkir, at vit nú flyta okkum rætta vegin. Tað er tó nakað eftir, til vit fáa eitt kappingarført skattatrýst í Danmark. Men politiska avtalan er eitt gott stig á vegnum.

Vit viðurkenna, at íverksetaraskatturin verður tikin burtur. Men vit koma ikki uttanum, at partafelagsskatturin skal lækkast. Tað skal kunna loysa seg at arbeiða, men tað skal eisini kunna loysa seg at reka eina fyritøku í Danmark. Skattir á vinnuna eru á veg niður hjá okkara útlendsku kappingarneytum, so næsta stig má hava við sær veruligar skatta- og avgjaldslækkingar fyri fyritøkurnar, sigur Karsten Dybvad sambært DI Opinion.

Tá formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, legði ársfrágreiðing felagsins fram á aðalfundinum herfyri, fegnaðist eisini hann um føroysku nýskipanina av skattaskipanini. Hann segði, at hendan var tiltrongd. Bergur Poulsen vísti á, at tað er umráðandi, at nýggja skipanin fær loyvi at standa sína roynd, soleiðis at eisini langtíðar fyrimunirnir koma til sjóndar. Longu nú vísa limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at tað er lættari at fáa fólk til arbeiðis, og hugurin at átaka sær fleiri tímar er øktur.