Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eirikur Lindenskov: Tað krevur stórar avbjóðingar at reka Sosialin

Tað var longu meðan Dimmalætting hevði eina trygga leiðslu við Petur F. Christiansen, stjóra, á finansunum, at tíðindini bórust um, at Sosialurin var hart sperdur. At blaðið eisini hevði eina niðurslitna prentsmiðju, gjørdi bara støðuna uppaftur verri, tí kapitalur var ikki at endurreisa prentsmiðjuna, og stuðulin úr Danmark var ikki tann, hann hevði verið til Sosialin.

Fjølmiðla-Greining: Dan Klein, skrivar

Í komandotorninum hjá blaðnum vóru Jan Múller, og Eirikur Lindenskov. Teir høvdu hvør sín taskudrong. Jan Múller hevði Jákup Mørk, meðan Eirikur Lindenskov, hevði Jonhard Hammer, sum var komin frá leiðarastarvi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum bara ikki hevði ráð til hansara konsept.

Á Dimmu var eingin ivi um, at rættast var at halda seg burtur frá Sosialinum, men har eydnaðist tað Samuelsens-klaninum, at reka Petur F. Christiansen, út, og taka yvir finansirnar og framtíðina. Men har gamli fíggjarstjórin hevði ávarað ímóti, at fara í samstarv við Sosialin, helt nýggja leiðslan ongan vanda vera á ferð. Tvørturímóti vildi tað verða til fyrimunar fyri Dimmuna, at gloppa hurðina fyri Sosialinum, og fóru feløgini inn í eitt samstarv um Prentsmiðjuna, sum tó gav Dimmuni meirilutan.

Tað var í hesari støðuni, at lunnar vóru lagdir fyri, at Dimmalætting byrjaði ein niðurtúr. Tað hjálpti onki, at rópa eftir fólki uttanífrá. Hvørjaferð nýggja leiðslan gjørdi okkurt, varð støðan verri. Rættiliga hættislig gjørdist støðan tá ið Dimmu-samtakið keypti Vinnuvitan og Vikublaðið.

Tað var bara Eik, sum fekk nakað burturúr hesum, tí frammanundan hevði bankin onga trygd í risa lánunum, sum vóru arvaði frá Kaupthing. Við avtaluni við Dimmu, fekk Eik umsitingarbygningin í pant, og so reyk alt. Tað eydnaðist Eik at sannføra Dimmuleiðsluna um, at blaðið kundi eisini fáa eitt lán, ið kundi tryggja teimum øll partabrøvini.

Gamli fíggjarstjórin, Petur F. Christiansen, hevði sitið á 25 prosentum av partabrøvunum, men við telvingini, høvdu Samuelsens-klanurin altíð klárað at hildið hann uttanfyri, men onkustaðnar høvdu partarnir góðtikið støðuna, men brellbitin frá Eik um at fáa øll partabrøvini í rættina, var ov stórur, og freistingin lokkandi.

Eik fór inn í ein dialog við Petur F. Christiansen, um at keypa partabrøvini. Tað eydnaðist. Petur F. Christiansen, seldi síni partabrøv í Dimmu. Spurdur um hvussu nógv hann fekk burturúr var svarið, at tað vildi hann ikki siga, men at hann var nøgdur.

Sostatt var tað bara Eik, og Petur F. Christiansen, sum vunnu uppá, at Dimma gapaði um Vinnuvitan og Vikublaðið. Síðani gearaði Dimmuleiðslan upp, og setti ferð á í móti gravarbakkanum við Sosialinum hangandi uppií, sum eitt snúltidýr, fíggjað av BankNordik.

Tá Dimman var sokkin, og “Nema-konseptið” yvirtók blað og prentsmiðju, men seldi blaðið frá, var tað greitt fyri øllum, at Sosialurin var líka illa fyri. Orsøkin var keypið av Rás 2 fyri umleið 12-14 milliónir. Seljarin átók sær at viðlíkahalda sendinetið.

Síðani var roynt at brodera eina ætlan um at leggja Dimmu og Sosialin saman, har leiðslan á Sosialinum stýrdi. Hetta varð gjørt fyri at BankNordik kundi hava tamarhald á støðuni, tí bæði Nema-samtakið, sum eigur Prentstøðina, er eins og Sosialurin, sera illa sperd fíggjarliga. Men Dimma vildi ikki spæla við, og helt leiðina fram á gravarbakkan.

Á Sosialinum høvdu tey tá eisini langt síðani havt klan-uppgerðina, sum førdi til, at Jan Múller, og Jákup Mørk, taptu maktina til Eirik Lindenskov og Jonhard Hammer.

Í BankNordik hava tey helst væntað, at inntøkurnar hjá Sosialinum, fóru at vaksa tá Dimma slepti endanum, men hetta helt ikki. Støðan hjá Sosialinum er bara blivin verri við tíðini, og sjálvt um Miðlahúsið hevði áhuga í Olivant portalinum, so vildi bankin ikki tveita pengar eftir trygga aktivi fyri Sosialin. Portalurin fór til Knassar.

Sosialurin hevur síðani verið kreativur, altíð í gongd við okkurt nýtt. Konseptið í dag er at forvinna somu lýsingarkrónur á flest møguligum pallum. Tað eydnaðist eisini at fáa samstarv í lag við Kringvarpið og Norðurlandahúsið. Í Kringvarpinum sita gomlu samstarvsfelagarnir frá Dimmu-tíðindi, so alt glíður líkasum betur niður.

Men trupulleikin er, at BankNordik, ikki longur vil spæla við, og hevur meira ella minni lagt Sosialin á ís, og vil ikki meira stuðla Milahúsinum og Sosialinum.

Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá Jonhard Hammer, men hann tekur ikki telefonina. Annarleiðis er við Eiriki Lindenskov.

Hann vísir aftur, at skuldin hjá Sosialinum er omanfyri 20 milliónir, men sigur, at tað krevur serligar avbjóðingar at reka blað og samtak. Eirikur vil ikki rættiliga svara um blaðið er til sølu, men avvísir heldur ikki, tó at hann sigur, at tað ikki er hetta, sum liggur í kortunum.