Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eir skal standa á odda fyri Listasavninum á Sandi

Í farnu viku vóru setanarsamrøður í Listasavninum á Sandi. Tríggir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til samrøðu. Tá avtornaði valdi setanarbólkurin at seta Eir í Ólavsstovu sum savnsvørð.

Eir er búsitandi á Sandi. Hon hevur arbeitt við myndlist í nógv ár, og hevur sera stóra vitan og áhuga innan økið. Ein av hennara størstu styrkjum eru evnini at miðla list til bæði børn og vaksin. Hetta kemur nú savninum til góðar. 

Eir hevur drúgvar royndir úr Kringvarpinum, har hon m.a. hevur gjørt mentanarsendingar. Hon hevur harumframt arbeitt sum fyrisitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon er útbúgvin cand.comm. frá Roskilde Universitetscenter og er harumframt útbúgvin sjónleikari. 

Listasavnið, ið er opið dagliga í summarmánaðunum, læt aftur 31. august og er nú opið eftir avtalu og tá tiltøk