Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einstaklingurin, tjóðin og alheimurin

Flaggrøða hildin í Reykjavík 25. apríl 2015

Eitt tjóðarflagg er nakað av tí mest prýðiliga, sum finst. Avbera vakurt er at skoða yvir eitt flaggskrýtt torg - ella yvir eina bygd ella ein bý, har fløggini eru vundin í húnar hátt. Kortini er flaggið so nógv annað enn tað bera pynt – so nógv meira enn eitt fagurt rektangulert klædnapetti. Tað hevur nógv størri týdning enn so. Soleiðis er eisini við okkara flaggi, Merkinum.  

Ein hin týdningamesta uppgávan er at minna okkum á, hvørji vit eru, hvat sameinir okkum, og hvat vit umboða. Fyri meg er eingin ivi um, at í einum sunnum samfelag talar flaggið til tríggjar móttakarar: tann frælsa einstaklingin, ta framkomnu tjóðina og tann alsamt meira samantvinnaða alheimin.

 ---

Sterkast myndar flaggið okkum sum tjóð. Tað eigur at minna okkum á, at vit støðugt skulu byggja tjóð í einum og øllum, sum vit takast við. Tjóðarbygging er ein sterk stevna. Hon skal ikki virka í høgtíðs- ella veitslulagi burturav. Og ikki bara í løgtinginum ella í øðrum formligum samkomum. Hon skal leiða okkum í øllum okkara lívi og verki, bæði gerandis og tá vit halda høgtíðir. 

Land okkara er gávað við ómetaliga nógvum dugnaligum menta- og listafólki, sum eru ein miðleingja í tjóðarbyggingini. Okkara ítróttafólk skulu hava hesa stevnuna, tá tey umboða feløg ella býir og bygdir sínar eins væl og landið. Øll vinnulívsfólk eiga eisini at hava tjóðarbyggingina í huga í sínum virksemi. Tað elvir til vilja og eldhuga at hava eitt størri endamál enn bara løtuvinning fyri eyga. Tá politikkarar lóggeva, eigur innara kumpassin altíð at vísa móti tí at byggja tjóð.

Tjóðarbygging byrjar við kenslunum. Sjálvur eri eg nokkso kensluborin av lyndi, og eg havi kent eina serliga sterka kenslu í barminum, tá eg sum føroyskur landsliðsleikari havi staðið á einumhvørjum leikvølli og hoyrt tjóðsangin ljómað. Hjá mær eru kenslurnar ikki bert eitt neyðugt brennievni, sum fær meg at geva tað, sum eg eigi í mær. Tær eru eisini eitt ýti. Eg billi mær inn, at soleiðis er eisini hjá mínum landsmonnum og –kvinnum.

Tá tú umboðar nakað, sum er størri enn tú sjálvur, fært tú eisini eina ítøkiliga praktiska megi. Øll føroysk menning hevur bygt á viljan til at røkka longur og ikki at verða nøgd við tað, sum er. Á viljan til at lyfta byrðar og taka ábyrgd. Framburður okkara er grundaður í viljanum at lyfta okkum sum tjóð. At gera nakað fyri okkara land. Og fyri okkara flagg.

Tað besta við tjóðarbyggingini er, at hon ikki er flokspolitisk. Sambandshjørtuni sláa eins væl og sjálvstýrishjørtuni fyri føroysku tjóðini. Eigarar teirra hava bara ymsa meining um, hvør skipan gagnar hesi tjóðini best. Tí eigur tjóðarbyggingin at vera ein sterk felags drívmegi, sum vit øll kunnu byggja eitt sakligt orðaskifti á, hóast vit kunnu vera ymisk á máli um, hvussu vit politiskt skipa okkum í samsvari við hana.

Tað, at vit hava okkara egna flagg, minnir okkum á, at tað at vera egin tjóð ikki krevur eina serliga stødd ella eitt ávíst fólkatal. Eg havi ferðast rættiliga víða, og at kalla í ongum føri havi eg kent tað sum ein vansa, at eg eri partur av eini lítlari tjóð. Í mestsum øllum londum hava tey antin mett meg sum einhvønn útlending millum útlendingar, ella kanska tey enntá hava hildið meg verið beinleiðis áhugaverdan, tí eg komi úr einum landi, sum tey ikki kendu frammanundan. Hvussu lítil tjóð mín er, hevur sjáldan havt nakran týdning. Tað eru so nógvar smáar tjóðir til. Og hava tey bitið merkið í støddina, so hevur hon sum oftast bara hugtikið tey.

‘Merkið’ er eitt tjóðarflagg millum tjóðarfløgg. Í dag hátíðarhalda vit, at flagg okkara hevur verðið viðurkent av øðrum tjóðum í 75 ár, hóast tað fyri okkum føroyingar er eldri enn so. Í okkara hjørtum eins væl og í sniðinum á dúkinum. Í nærum hundrað ár hevur tað givið okkum somu áminningar og lagt somu ábyrgdir á okkara herðar, sum fløggini hjá teimum stóru tjóðunum leggja á tær. Ábyrgdir av okkara landi, okkara medmenniskjum, okkara náttúru og tilfeingi og okkara virðum. 

--- 

Ein tjóð er ein felagsskapur av menniskjum. Ein sunn tjóð er ein felagsskapur av frælsum menniskjum. ‘Merkið’ – flagg okkara – skal minna okkum á, hvørji virði, vit byggja okkara tjóð á – serliga, hvussu vit meta um hvørja einstaka menniskju, og hvussu vit fara um hvønn annan.

Fyrsta grein í ST-heimsyvirlýsingini um mannarættindi sigur, at “øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað í bróðuranda.” Flagg okkara eigur at minna okkum á at menna og hjúkla um persónliga frælsið hjá hvørjum einstøkum okkara. Vit eiga tí ikki – mentanarliga, sosialt ella politiskt – at seta øðrum ella okkum sjálvum størri forðingar, enn tað at liva saman í samfelagi við hvønn annan krevur.

Er persónliga frælsið eitt endamál og eitt krav í sjálvum sær? Ella er tað eitt amboð til tess at náa øðrum endamálum – eitt nú størri búskaparmenning, samfelagsmenning ella aðari menning og framburði? Eftir míni meining eiga vit at svara ‘bæði og’. 

Frælsið hjá tí einstaka er eitt endamál í sjálvum sær, hóast tað hevur átt lítla rúmd í søguligum høpi. Ótaldar filosofiir, ideologiir, religiónir og politiskar lærur hava ikki mett um hvørja einstaka menniskju sum annað enn eitt floksdjór uttan sjálvstøðuga støðu og endamál. Materiellar avmarkingar hava eisini – tað mesta, vit vita um – sett persónliga frælsinum trong mørk. Tað er ikki lætt at stremba eftir hesum frælsinum, tá fremsta avbjóðingin hjá ættarbólkinum, bygdini ella býnum er at fáa til lívsins uppihald – til at yvirliva materielt. Tað at vinna persónlig rættindi hevur tí verið ein drúgv og svár tilgongd.

Kortini mugu vit meta persónliga frælsið sum eina universella grundstøðu, sum vit kunnu nærkast alsamt meira við at taka burtur tær materiellu forðingarnar og við at míkja gamalt tankagóðs gjøgnum upplýsing og útbúgving. 

Men persónliga frælsið er eisini eitt amboð. Tað er ein óbendilig megi, sum - verður hon brúkt við viti og skili – kann vera avgerandi fyri, at vit vinna á teimum avbjóðingum, sum tíðin setur okkum, og at vit støðugt menna bæði búskap og samfelag okkara. Tí mugu vit politiskt hava persónliga frælsið sum mið í øllum tí, vit gera – fyri at gagna bæði hvørjum einstøkum og samfelagnum.

Júst tað, at vit eru í einum samfelagi, har vit hava hvønn annan fyri neyðini, ger at vit okkara millum mugu hava nakrar avtalaðar leiðreglur um, hvussu vit útinna okkara persónliga frælsi, og hvørjar ábyrgdir fylgja við. Frælsið gerst tí ongantíð fullkomiligt, um vit við hugtakið meina, at ein og hvør kann gera júst tað, hann ella hon vil.

Politiskt má hetta merkja, at vit áseta nakrar fólkaræðiligar reglur fyri, hvussu vit brúka okkara persónliga frælsi, og hvussu vit skipa viðurskiftini okkara millum, men at vit ikki gera reglurnar meira krevjandi og skerjandi enn neyðugt móti hvørjum einstøkum. Tað ræður við øðrum orðum um at finna ta bestu javnvágina millum frælsið og spælireglurnar. Í teirri javnvágini munnu tey flestu hava tað best, samstundis sum samfelagið mennist sum mest.

Men frælsið er ikki bert ein rættur. Frælsið er eisini ein ábyrgd. Og bert menniskju, sum veruliga kenna seg fræls, kunnu av álvara taka ábyrgd av sær og sínum – herundir eisini av sínum samfelag. Í mentanum, har tað einstaka menniskjað bert er eitt floksdjór uttan sjálvstøðugt virði, hevur altíð verið neyðugt við einum veldisharra, sum eigur ábyrgdina fyri, hvussu samfelagið klárar seg. Skulu vanlig fólk av álvara kenna sína ábyrgd fyri samfelagnum, er tað avgerandi, at tey ikki føla seg myndugleika- og ræðisrænd av mentanini, siðvenjunum ella lóggevingini.

Tí er tað so avgerandi við einum frælslyntum – liberalum – stjórnarlagi. Vinnuliga er tað sama galdandi – og ongantíð so nógv sum nú á døgum. 

Persónligt frælsi hevur einki við sjálvsnøgd ella líkasælu mótvegis øðrum at gera, hóast hendan misskiljinging viðhvørt tykist at sníkja seg inn í orðaskiftið. Tað er beint tvørturímóti. Eingin hevur sum tað frælsa menniskjað ábyrgdina fyri, hvussu tað metir um síni medmenniskju og ber seg at mótvegis teimum. Ivast vit í, hvussu vit skulu fyrisita hesa ábyrgdini, munnu so hyggjuráðini ikki vera tey at gera móti øðrum, sum vit vilja hava tey at gera móti okkum? 

Tað frælslyntað samfelagið skal tryggja, at teir einstaklingarnir, sum hava serlig evni ella ágrýtni fram um onnur ikki verða forðaðir, men heldur eggjaðir til at brúka síni evni ella ágrýtni, tí hesum livir tað framkomna samfelagið og vælferðin av. Ein partur av tí at kenna teg frælsan er, at tú sleppur at brúka tínar gávur til gagns fyri onnur eins væl og teg sjálvan.

Tí skal Merkið minna okkum á støðugt at tryggja eitt fjølbroytt og tolsamt samfelag, har øll – uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu ella kynsligan samleika – kunnu kenna seg trygg og vird og hava somu rættindi at liva og virka.

---

Eins og tann einstaka menniskjan er grundarsteinurin í tjóðini, er tann einstaka tjóðin grundarsteinurin í altjóðasamfelagnum. At byggja tjóð fevnir eisini um at tryggja hennara støðu mótvegis og saman við øðrum tjóðum – í góðum samstarvsanda, har vit bæði røkja okkara rættindi og átaka okkum okkara skyldur.

Fyrstu fløggini vórðu brúkt til at samskipa hernaðarligar atgerðir á vígvøllunum kring Europa og aðrastaðni við. Um enn hernaðarligar atgerðir í dag verða samskipaðar á annan hátt og við øðrum samskiftismiðlum, so er tað tíverri enn so, at tjóðafløgg standa mótvegis hvørjum øðrum á vígvøllum kring heimin. Men vit kunnu gleðast um, at tey í dag í nógv størri mun veittra undir liðini á hvørjum øðrum sum tekin um sterk sambond, samstørv og vinarbond millum tjóðir.

Har fløggini hjá øðum tjóðum veittra lið um lið, skulu vit eisini finna okkara ‘Merkið’. Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin. Tí er ein miðvísur uttanríkispolitikkur ein hornasteinur í tjóðarbyggingini. 

Vit mugu fáa eitt nógv størri medvit um heimin, bæði fyri til fulnar at fata, hvat hendir á altjóða pallinum, og fyri at fáa sett okkara heimliga virksemi í rætta perspektivið. Fyrst og fremst mugu vit sjálvi røkja okkara áhugamál á heimsmarknaðinum og viðvíkjandi tí náttúrutilfeingi, sum vit eiga rætt til. Vit eru í enn størri mun enn flestu onnur lond búskaparliga heft av bæði náttúrutilfeingi og samhandli og samstarvi við umheimin. Eingin annar enn vit sjálvi hevur til fulnar viljan til at røkja okkara áhugamál.

At hava egnan uttanríkispolitikk og so munandi umboðan uttanlands, sum tað ber okkum til, økir um vitanina um okkum og virðingina fyri okkum. Tað hevur ikki minni týdning, at vit á hendan hátt eisini víðka munandi um okkara egna sjónarring og harvið styrkja støðu okkara í alheiminum. Fyri at útinna jaligt vald og at seta eina veruliga kós fyri land og fólk, hava vit fyri neyðini viðhvørt at lætta okkum á og hyggja eitt sindur víða.

Fyri at standa okkum í alheiminum, mugu vit hava eina greiða fatan av honum og teimum visjónum og málum, sum leiðarar har seta sær. Í mínum sinni er eingin ivi um, at skulu vit menna okkum til at standa okkum altjóða, so mugu vit taka ábyrgd av okkum sjálvum. Fulla ábyrgd. At taka ábyrgd av egnum landi gevur okkum tørvin á, men eisini neyðugu megina og dynamikkin til at skapa tey úrslit, sum skulu til. Vit kunnu ikki lata ábyrgdina upp í hendurnar á øðrum. Vit mugu vilja sjálvi.

Vit mugu hava eina so sterka uttanríkispolitiska kjarnu, sum tilber, í Tinganesi, og síðani okkara egnu røddir á úrvaldum útlendskum vegamótum – tað veri seg eitt nú í Keypmannahavn, Reykjavík, Bruxelles, London, Moskva og Beijing. Umboðini her úti skulu eisini vera okkara eygu og oyru, sum kunnu veita okum brennievni til klók og saklig orðaskifti í Føroyum og fyrireika okkum til at taka tær avgerðir, sum styrkja okkara støðu í altjóðagerðini.

---

Soleiðis skal ‘Merkið’ tala til okkara sum frælsar menniskjur, sum tjóð og sum ábyrgdarfullur leikari á altjóða pallinum. Tá vit ein dag sum í dag hátíðarhalda flagg okkara, skulu vit njóta hátíðardámin og tann kensluliga partin, men vit mugu ikki gloyma tann praktiska gerandisliga týdningin av flagginum – tað, at vit í einum og øllum verki verja ta frælsu menniskjuna, byggja tjóðina og tryggja okkara støðu sum fullgyldugur og ábyrgdarfullur leikari í alheiminum.

Poul Michelsen