Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einskiljingin av P/F Føroya Lívstrygging verður av ongum á hesum sinni

Nevnd felagsins leggur framhaldandi tryggingarnar í P/F Tryggingarfelagið Lív um til marknaðarrentu og tryggjar hervið tryggingartakarunum í Lív frægasta tryggingartilboðið.

5. mai 2011 gjørdi Vinnumálaráðið sáttmála við P/F BankNordik um sølu av 50 % av parta-peninginum í P/F Føroya Lívstrygging. Sølan var treytað av umskiping av felagnum og av góðkenning frá avvarandi myndugleikum. Hesi viðurskifti vórðu mett at vera greið um árslok 2011. Við endaligu søluna skuldi Ognarfelagið Lív fáa hini 50 % av partapeninginum.

Eftir at sølusáttmálin var undirskrivaður broyttust viðurskiftini fyri lívstryggingarvirksemi seg heilt ógvusligt. Langa rentan fall við 40 %, herdar solvensreglur, partvíst sum orsøk av fíggjarkreppuni í heiminum, og skatting av pensjónum við inngjald heldur enn útgjald, førdu við sær, at partarnir fyri nýggjár avráddu at útseta endaligu søluna til 1. juli 2012.

Ímeðan skuldu allir sáttmálapartarnir við nýggju avbjóðingunum finna fram til semju um leist fyri søluna og framhaldandi lønandi rakstur av felagnum, herundir minking og avmarking av landskassa-veðhaldinum fyri tryggingar, teknaðar fyri 1. januar 2000.

Partarnir eru í dag vorðnir samdir um at staðfesta, at sølan av 50 % av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging verður av ongum.

Fyri Vinnumálaráðið hevur tað í løtuni størsta týdningin at taka á seg aftur ábyrgdina av at styrkja virksemið og virkisøkið hjá P/F Føroya Lívstrygging.

Nevndin í P/F Føroya Lívstrygging fer í næstum at taka neyðug stig í tráð við hesa avgerð.