Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einki tunnilsgjald!

Sum er hava vit einki tunnilsgjald í Tórshavnar kommunu. Men tað býráð, sum verður valt 10. november, fer at fáa tveir tunlar, har tunnilsgjald verður kravt. Onnur verður uppi á Hvítanesi, og hina sleppa vit niður í við Gomlurætt.

Sjálvstýri setir sær fyri, at vit einki tunnilsgjald skulu hava. Hetta gjald er fullkomuliga tápuligt. Frammanundan gjalda bileigarar so nógv í øllum møguligum gjøldum, at teir so ruddiliga gjalda fyri alt vegakervið. Men tað almenna unnir okkum ikki at hetta inngjald verður brúkt til vegir, men fer avstað við einari krónu hvørja ferð ein króna verður nýtt til vegir.

Hvørja ferð vit koyra ein metur á veganetinum, gjalda vit tí fyri vegin, men eins nógv fer lúkst í landskassan. Harafturat kemur, at kommunan sjálv skal gjalda fyri vegirnar í kommununi. Nú kemur so enn eitt bummgjald afturat fyri tey sum vilja fáa meir gagn og gleði burtur úr sínum bili við nýta hann fyri at koyra ein túr inn í Eysturoynna ella fara at hyggja eftir toftunum hjá hústrúini í Húsavík.

Hetta er ovboðið!

Politikarar okkara í landi og kommunum duga bara at leggja skatt á okkum og geva okkum lítið afturfyri. Teir átaka sær alt møguligt, sum teir illa duga at skipa fyri, og hetta er so sanniliga galdandi fyri alt undirstøðukervið, bæði tá talan er um vegir og havnir.

Glottar eru tó, og ein av teimum er Tórshavnar havn.

Har gjørdi býráðið av, at tað skuldi vera eigari av havnini, men at hon ikki skuldi vera rikin av kommununi sjálvari. Havnin skuldi vera ein sjálveigandi stovnur, sum skuldi hava til endamál at byggja og reka havnina og krevja upp havnargjald av teimum, sum høvdu tørv av teimum veitingum, sum havnin kundi bjóða fram. Fyri hesum sjálveigandi stovni stóð ein nevnd, sum skuldi tryggja at gjaldið ikki gjørdist so stórt, at tað var størri enn útreiðslurnar, men heldur ikki so lágt, at raksturin gav hall. Hetta hevur gingið væl, og tey rímiligu havnargjøld, sum innkomin eru, hava bæði goldið fyri viðlíkahald og útbyggingar. Uttan hesa sjálveigandi fyritøku hevði vinnulívið í Tórshavn bara ikki verið til.

Aðrastaðni í Føroyum noyddust vinnulívsmenn sjálvir at gera lendingar og havnir. Vinnulívsfyritøkur eru kapitalkrevjandi, og tað er uttan fyri teirra kjarnuøki eisini at reka havnarverk. Tí kom eitt nú Mortensenshandilin á Tvøroyri, Kjølbro í Klaksvík og virkið á Høgabóli á Glyvrum í kløtur av teimum havnum, teir noyddust at gera. Vit hava jú virknar vinnulívsmenn, og umráðandi er, at teir fáa samfelagið at gera eitt gott undirstøðukervi, so tað ber til hjá teimum at arbeiða við tí, sum loysir seg best fyri teir. Tað sum tørvur er á hjá okkum er at vit hava eitt havnarverk, sum er fremst í broddinum og byggir út so hvørt tørvur er á tí. Tað er jú tað sum Tórshavnar havn hevur gjørt nú tørvur er á kaiplássi til størri skip. Samsvarandi kann tað koma fyri at fyritøkur uttan fyri Havnina stinga seg upp og hava tørv á bryggjuplássi. Tá hevði tað komið væl við at havt eina sjálveigandi fyritøku, sum kundi gjørt íløgur í nýbygdar havnir. So kundu fyritøkurnar arbeitt uttan at noyðast til at gera íløgur í bryggjukantar.

Tað sum tí er tørvur á hjá okkum er at kommunurnar í Føroyum taka seg saman um at gera eitt havnarverk fyri allar Føroyar. Henda fyritøka gjørdi nýggjar havnir tá tørvur var á teimum, kravdi upp eitt havnargjald sum kláraði at rinda rakstrar- og íløgukostnaðin, men ikki legði seg útí hvør ið nýtti havnirnar.

So høvdu vit sloppið undan tí sum nú verður klagað um, at skip larma so illa, at fólk ikki fáa náttarfrið. Eitt felags havnarverk fyri allar Føroyar kundi seta rímiligar treytir fyri øll skip, og tá kundu tey ikki snúgva sær undan við at fara til eina meir lagaliga havn.

Men hvør skuldi stýrt hesum havnarverki?

Tað er ikki serliga heppið, at tey sum sita í kommunustýrunum eisini sita í havnarnevndum.

Eitt dømi um hvussu óheppið hetta kann vera kom fyri í Tórshavnar kommunu fyri nøkrum árum síðani.

Tá kom eitt skipafelag til kommununa og bað hana um at seta 5 milliónir í sum partapening. Býráðið segði seg ikki hava ráð, men skuldi royna at fáa havnarverkið at seta henda pening í sum partapening. Hetta kom fyri í havnarnevndini – og varð samtykt! Síðan góðkendi tað samlaða býráðið hetta uppskot. Ein býráðslimur var ímóti og vísti á, at hetta var ólógligt, tí ognin í havnarkassanum skuldi bert brúkast til havnina sjálva. Málið var kært til landsstýrið, sum tók undir við kæruni. Hevði eingin kært, var ikki óhugsandi, at tær 5 milliónirnar vórðu settar í sum partapeningur, og skamt eftir fór reiðaríið á heysin og peningurin hevði verið mistur.

Tí er brúk fyri einum rættiliga óheftum stovni, og ein gongd leið kundi verið, at vit her høvdu eina fimmmanna nevnd, sum var beinleiðis fólkavald, soleiðis at Føroyar vórðu býttar sundur í fimm valdømi. Henda nevnd hevði tann setning at skipa so fyri, at Føroyar høvdu nóg nógvar og nóg góðar havnir, sum vóru hildnar væl viðlíka og ikki órógvaðu fólk óneyðuga.

Men kundu vit farið longur eftir hesi leið?

Kundi tann nevnd, sum skuldi reka havnirnar á ein slíkan hátt, at tey sum brúktu havnirnar eisini guldu fyri tær, ikki eisini tikið sær av at rikið vegirnar?

Munurin er jú ikki so stórur. Hetta er ein annar partur av infrakervinum, sum kostar pening at byggja og halda viðlíka. Vegir verða gjørdir, og fólk koma av sínum egna gundstykki út á vegirnar við sínum bili av tí at tey halda tað vera til fyrimun fyri tey og tað virki, tey fáast við. Vegakervið hevur gjørt tað liviligari í landinum, men tann mátin, sum goldið verður fyri tað er út av øllum lagi, og sum sagt liggur tað almenna og krevur skatt upp av veganýtsluni.

Alt talar tí fyri, at vit fáa í lag eina samhaldsfasta skipan lík henni vit áttu at havt havnum viðvíkjandi. So var vegakervið ein fyritøka sum hvíldi í sær sjálvum. Eitt avlop skuldi vera nýtt til útbygging av vegakervinum. Var hall, so bar til at seta gjaldið upp.

Eitt sum vit tá kundu sloppið undan var at tikið upp lán fyri at gera stórar íløgur. Tá hevði borið til at gjørt eitt nú ein Suðuroyartunnil uttan at taka lán. Tá kundu vit um tað var neyðugt havt eitt eitt sindur hægri gjald meðan hesin tunnil var gjørdur, og kundu sett takstirnar niður tá henda verkætlan var liðug. Tað hevði eisini havt lítið upp á seg at fingið skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlunum burtur eftir stuttari tíð.

Tá høvdu vit ikki havt tunnilsgjald.

Øll tey sum nýta vegakervið, gjalda eins og tey sum nýta havnirnar. Tað rímiligasta er, at gjaldið er í mun til nýtsluna eins og havnargjaldið er tað. Tey sum halda at bilurin er so góður at hava standani uttan fyri húsini til pynt gjalda einki. Men tá tey fara út á vegakervið gjalda tey eftir hvussu nógv tey koyra. Tað ber eisini til at seta gjaldið eftir hvussu nógv trok er á vegnum. Summi vegastrekki eru meira eftirspurd enn onnur ávísar tíðir á degnum. Her ber til at seta prísin upp tá ov nógv trok er. Hinvegin verður lítið at gjalda har ferðslan er lítil. Hetta kundi fingið fólk til at nýtt vegirnar við meir hygni, so tey koyra har lítil ferðsla er og uttanfyri trokingartíðirnar.

Tá sleppa vit eisini undan eyka tunnilsgjaldi. Ein tunnil er jú bert ein vegur, sum er sprongdur gjøgnum berg í staðin fyri við síðuna á tí. Verður tunnilin so nógv brúktur, at har verður trok, verður gjaldið størri, men tær tíðir, fá koyra har, verður minni gjald.

Hetta er so okkara uppskot, og kann nógv broytast til tað betra tá tann av fólkinum valda nevndin fer til verka.

Annars eru onnur mál, sum havnar- og vegafyritøkan kundi avgreitt. Eitt var at rikið bussferðsluna. Tað eru jú nøkur, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu koyra við egnum bili, og tey fáa einki burtur úr samferðslukervinum uttan so at vit kunnu bjóða teimum at koyra við bussum. Tað hevði verið lítið eykagjald á bilarnar at fingið hetta við so fólk kundu koyrt ókeypis sum í Havn. Eitt annað mál eru teigar til súkklarar. Nógva staðni í Føroyum liggur væl fyri at súkkla, og serligar súkklugøtur og -teigar kosta lítið at gera og halda viðlíka. Eitt annað natúrligt málsøki hjá havnar- og vegafyritøkuni kundi verið at gjørt spákingargøtur so fleiri fólk kundu komið út í okkara føgru náttúru. Her er talan um smáar upphæddir.

Havnar- og vegafyritøkan hevði sjálvandi eisini til setning at gera pláss at seta bilar á. Her liggur nógv á láni, serliga har flestu bilar koma, og tað er í Tórshavn. Fyri eina slíka fyritøku, sum ger havnir, vegir og tunlar, átti at verið lætt at gjørt p-pláss bæði yvir og undir jørð. Á tann hátt fingu vit øll nógv burtur úr tí vit koma at gjalda fyri at nýta okkara havnir og vegir.

Hevði henda leið verið gingin, gjørdist okkara kommuna betri, eins og allar hinar kommunurnar í Føroyum.

Her er einki at drála eftir um vit vilja landi og fólki væl!   

Sjálvstýri

Zakarias Wang