Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einki skeivt farið fram í uppsøgn av byggileiðara

Fjølmiðlar í Miðlahúsinum hava seinastu dagarnar roynt at sáa iva um, hvørt uppsøgnin av einum byggileiðara í sambandi við skúlaverkætlanina við Marknagil var í lagi.

Ewald Kjølbro, stjóri

Landsverk

Ført verður fram, at uppsøgnin er framd uttan haldgóða grundgeving. Hetta fari eg staðiliga at vísa aftur. Orsøkin til hesa uppsøgn er, at verkætlanin dróg út, og at grundarlagið undir starvinum hjá byggileiðaranum sostatt var burtur.

Eftir lisitatiónina 28. august 2012, har samlaðu tilboðini lógu 155 mió. kr. oman fyri játtanarkarmin í verklagslógini, var longu greitt, at um tað skuldi vera møguligt at gjøgnumføra verkætlanina, gjørdist neyðugt við stórum sparingum.

Sum byggiharri hevði Landsverk sjálvandi eina týðandi uppgávu at finna allar tær sparingar, sum vóru møguligar. Stovnurin fór tí beinanvegin undir at greina verkætlanina við tí endamáli at finna hesar sparingar. Væl at merkja uttan at hetta grundleggjandi mátti ganga út yvir dygdina á verkætlanini. Eisini sjálvt um tað møguliga ikki bar til at røkka einum byggikostnaði, ið helt seg innan fyri táverandi játtanarkarm.

Hóast eina eykajáttan á 64 mió. krónur, var framvegis neyðugt við øllum hugsandi sparingum. Stóru sparingarnar gjørdu samstundis, at verkætlanin mátti endavendast og í stóran mun teknast av nýggjum. Orsakað av hesum víðfevndu eykauppgávum, kundi ikki roknast við myndugleikagóðkenning, fyrr enn í fyrsta lagi við endan av august 2013.

Sum natúrlig avleiðing av hesum útgreinandi arbeiði, bar ikki til at fara undir veruliga bygging, fyrr enn seint á heysti 2013. Av somu orsøk varð ikki brúk fyri byggileiðara á sjálvum byggiplássinum, fyrr enn tá.

Fyri at taka samanum, varð ætlanarskrivið hjá Landsverki um uppsøgn avhendað byggileiðaranum 1. februar 2013, tá lagnan á verkætlanini við Marknagil framvegis var óviss. Hetta orsakað av, at tilboðini til sjálva byggingina lógu langt oman fyri játtanarkarmin. Hendan støðan var galdandi líka fram til 22. mars 2013, tá uppskotið um eykajáttan varð samtykt í Løgtinginum.

Fráfaringaravtalan, sum varð undirskrivað 23. mai 2013, kom í lag eftir ynski frá byggileiðarunum og hevur ikki nakað beinleiðis samband við sjálva uppsøgnina at gera, eftirsum hoyringsskrivið um uppsøkn varð avhendað 1. februar 2013. Tað er einki óvanligt í, at almenn starvsfólk fáa fráfaringaravtalur, tá serligar umstøður gera seg galdandi.

Fyri at venda aftur til greinarnar í Sosialinum og á In.fo – ávikavist 18. og 22. oktober – verður nevnt, at byggileiðarin umvegis advokat í eini kæru til Innlendismálaráðið hevur viðmerkingar til verkætlanina, sum millum annað snúgva seg um vánaliga góðskutrygging av arbeiðinum.

Til hetta er at siga, at tað er heilt vanligt í stórum verkætlanin, at ymisk viðurskifti ikki er fingin heilt upp á pláss. Fyri at avdúka møguligar veikleikar ella feilir í eini verkætlan, verður tí skipað fyri eini innanhýsis gransking, so ivasom viðurskifti kunnu rættast.

Ein partur av hesum er endalig góðskutrygging, sum sostatt í góðari tíð er fingin upp á pláss, áðrenn sjálv byggingin byrjar. Hetta er liður í samlaðu tilgongdini til verkætlanina og heilt natúrligt.

Tað er altíð keðiligt at siga starvsfólkum farvæl, men í hesum føri bar tíverri ikki til at gera annað. Byggileiðarin var áramálssettur og løntur av sjálvari verkætlanini, og harvið var hann ikki partur av fasta starvsfólkahópinum hjá Landsverki. Tað bar tí ikki til at finna annað starv á stovninum til hansara.