Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EINKI ORÐ

Leikferð kring Føroyar

Sjónleikurin hjá Sóley Danielsen "Einki Orð" um muslimsku samkyndu kvinnuna Hannah, verður nú at síggja kring landið. Hettar er eitt sera gott høvi at fáa inntil í tveir minnilutabólkar, ið nógv kjak hevur verið um seinastu tíðina. Leikbólkurin hevur lagt dent á at flestu føroyingar skulu hava møguleikan at síggja leikin, ið kemur at verða framførdur hesi støð:

21. mars: SPANIASTOVA, Klaksvík
24. mars: LØKSHØLL, Runavík
29. mars: LISTASAVNIÐ, Sandur
  1. apríl: TØTING, Syðrugøta
  9. apríl: SEGLLOFTIÐ, Tvøroyri
11. apríl: ROYNDARHÚSIÐ, Nólsoy
15. apríl: F’LJÓÐ, Tórshavn
16. apríl: VEKTARBÚÐIN, Vestmanna
18. apríl: GAMLI SKÚLI, Sørvágur

Leikbólkurin InTime Theatre leggur stóran dent á eina listarliga heildaruppliving hjá áskoðarinum, og tí er stór orka løgd í sjónleik, tónleik og pallmynd. Sóley spælir 10 leiklutir, og vísir hervið sera stór leiklistarlig evni, Per I. Højgaard Petersen hevur gjørt ljóðmyndinda, Jenný Laurá hevur gjørt flotta hondseymaða pallmynd, og sum nakað heilt serstakt verður pall grafikkur hjá Jón Sonna Jensen eisini brúktur í leikinum. 

Allar sýningar byrja klokkan 20.00.

Kostnaður 100 kr.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á 22 42 40 ella einkiord@gmail.com