Einki demokrati í Føroyum?
Í fjølmiðlunum hevur Hergeir Staksberg havt eina grein, har hann førir fram, at vit ikki hava demokrati í Føroyum, og grundgeving hansara er tann, at valskipanin ber við sær, at bert tey, sum hava pengar, kunnu verða vald inn á ting.
Hetta er eingin nýggj eygleiðing.
Ein tann maður, sum hevur hugsað djúpast um hetta, er grikski heimspekingurin Aristoteles, sum livdi í 4. øld fyri Krist. Hann granskaði hvussu lond vóru stýrd, og tað lá væl fyri, tí tá vóru í Grikkalandi 57 ríki, sum hvørt hevði sína egnu stjórnarskipan. Hann gav hesum skipanum nøvn, og tey brúka vit framvegis.
Tvær av hesum skipanum eru viðkomandi í tí orðaskifti, sum Hergeir reisir.
Onnur er tann demokratiska.
Hetta er ein skipan, har hvør borgari hevur eins nógv vald. Av tí at tey flestu fólk eru fátæk, gevur henda skipan valdið til tey fátæku. Hesi verða á grikskum kallaði demos, og haðani stavar hetta orðið.
Hin skipanin er tann aristokratiska. Aristo á grikskum merkir tey bestu, og hesi eru tey ríkastu. Henda skipan gevur sostatt teimum ríku valdið í landinum.
Men tað kann jú hugsast, at stjórnarskipanin sigur eitt, meðan veruleikin er ein annar. Hvussu kunnu vit so finna fram til, hvør skipan er galdandi í einum landi?
Tað, Aristoteles her leggur dent á, er, at svarið er at finna í skattalóggávuni. Tann sum hevur valdið í einum landi, hevur vald til at gera lógir, eisini skattalógir. Eingin ger eina skattalóg, sum ásetur, at hann sjálvur skal gjalda skatt um so er, at hann á nakran hátt kann leggja skattabyrðuna á onnur. Kanna vit tí, hvussu skattabyrðan er løgd á borgararnar, kunnu vit síggja um talan er um eitt demokrati ella aristokrati.
Í demokratiskum londum verður skattabyrðan løgd á tey ríku, meðan fólk flest ikki gjalda skatt. Í aristokratiskum londum er tað øvut. Har eru tað tey fátæku, sum gjalda skatt, meðan tey ríku sleppa undan.
Hvat hevði Aristoteles so at siga um val?
Har segði hann, at nýttu vit val fyri at finna fram til, hvør ið skuldi stýra landinum, so var ikki talan um demokrati. Hetta var av tí, at høvdu vit val, so keyptu tey ríku atkvøðurnar frá vanliga fólkinum, demos, soleiðis at tey valdu vóru at finna millum tey ríku og tí gjørdu skattalógir sum sleptu teimum ríku undan skattabyrðunum og løgdu tær á vanliga fólkið.
Men onkur skal stýra. Hvussu helt Aristoteles at vit kundu finna fram til landsins stýrarar uttan at velja teir?
Tað hann vísti á, var at tey lond, sum høvdu demokrati, og tí ikki høvdu val, løgdu hetta undir guðs dóm, tí tey nýttu lutakast til at gera av, hvør ið skuldi koma inn á ting. Hetta var eitt nú gjørt í Aten, og tann skipanin varð brúkt í fleiri hundrað ár.
Men tey lond, sum nú siga seg vera demokratisk, hava vrakað grundgevingarnar sum Aristoteles førdi fram ímóti valum, og uttan at fara í smálutir mugu vit viðganga, at tá vit hyggja eftir skattalóggávuni, so er mangt í okkara skipan, sum bendir á, at skipanin meir líkist einari aristokratiskari skipan enn einari demokratiskari!
Tað er tí ikki av leið at siga sum Hergeir ger í hesi grein.
Zakarias Wang