Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einki barn skal liva í fátækradømi!

Tað gjørdi nýggi formaður Sjálvstýrisfloksins Jógvan Skorheim krystall klárt á pallborðsfundinum í Miðlahúsinum hóskvøldið tá spurningurin um fátækdømi í Føroyum var umrøtt. 

Gav lyfti
Hann gjørdi greitt, at Sjálvstýrisflokkurin fór ikki í nakra samgongu, uttan at tann bólkurin sum livir undir fátækramarkinum verður lyftur uppá á eitt sømiligt støði, og tað bleiv gjørt greitt, at einki barn í Føroyum skal liva í fátækradømi! Hetta skal við í eitt komandi samgonguskjal, segði formaður Sjálvstýrisfloksins.

Á pallborðsfundinum segði Jógvan Skorheim, at tað er ómetaliga svárt at síggja, at fólk liva undir fátækarmarkið. 

Skjót hjálp Neyðugt er tí við skjótari hjálp, og hetta skal gerast í trimum stigum:

1) At hjálpa teimum, ið liva undir fátækramarkinum fíggjarliga beinanvegin.

2) At geva fólki møguleika at fáa sær útbúgving, og soleiðis gera møguleikarnar størri at taka sær av sær og sínum.

3) At gera ein langtíðarætlan, ið tekur hædd fyri tí aktuella tørvinum og hvussu vit lyfta hesi, soleiðis at tey á jøvnum føti við onnur í samfelagnum, kunnu taka sær av sínari familju.

Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti eisini á, at eingin ynskir at dúva upp á olmussu, men øll hava eitt ynski um at geva aftur til samfelagið og verða við til at byggja land.