Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einglarnir við í politiskari telving um Kaj og Kára

Skuggin var sjónligur

Skrivað og greinað hevur, Dan Klein, journalistur

Í andstøðuni vóru tey spren-full av ágangandi og retoriskum grundgevingum fyri, hví tað var so átrokandi, at løgtingið setti eina kanning í verk í samband tunnilsmálið. 

Tjóðveldi átti formannin í Landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg, hvørs øll eygu vóru vend í móti, tí nevndin hevði fingið til uppgávu at kanna hetta sera “álvarsama” mál. 

Hon hevði fingið at vita, nær og hvussu hon skuldi spæla út við kortinum um kanningarstjóra. Nevndin hevði eisini limir úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum tað hevði eydnast at gera linar í kongunum, og tá hesi umboð hava ta røttu trúnna í “kattekismusuni”, um altíð at siga sannleikan, og at vera gudrøkin og sannførandi, var tað ikki so ringt, at “Jo-Joa” umboðini til heljar og upp til tærnar hjá Jesus-pápanum.

Tá teir høvdu fingið nakrar túrar upp og niður við Himmalexpressuni frá Tjóðveldi og Sossunum, sum hevði løðingina frá skugga-spinninum, sum eisini gongur undir navninum, “Kontrol”, vóru tey til reiðar at koma við útspælinum.

Kanningarstjóri mátti setast.

Tá hol var komið í Sambandsflokkin, var tað lætt at fáa ein leka inn í Fólkaflokkin, og tá ið Høgni Hoydal, og Aksel, høvdu verið uppi í togendunum nóg oftani og gjørt politiskt svalareiður fyri trúvirðinum og reiðiligheitini, so blotnaði allur tingsalurin. Tá so Himmalsku pápabrøðurnir í Miðflokkinum, eru smeltaðir, hevur støðan verið greið. 

Knappliga er tingsalurin so væl smeltaður saman við hálum sálum, at tær gott kundu brúkast at smyrja uppá gott nýbakað. 

Men úrslitið var soltið. Ein løgfrøðislig ávaring, og tað hevði heldur ongan praktiskan týdning, at Kári ikki gav tinginum allar upplýsingarnar, tó at tað var brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí Einglapressan hevði útvegað løgtinginum neyðugu upplýsingarnar, og bjargaði sostatt landsstýrismanninum, sum helst eisini hevur hetta lið av avrættarum í huganum, áðrenn hann leggur seg um kvøldi.

Løgmaður hevði eisini framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann ikki hevði givið løgtinginum rættar upplýsingar í samband við CIP sáttmálan um “break free”. Men vit leggja til merkis, at tað var loyvt at gera hendan sáttmálan. 

Men hvørjir eru møguleikarnir fyri revsing: 

Sum sagt, so mælir kanningarstjórin til, at teir báðir fáa eina skrivliga ávaring, sum avleiðing av rættarligu ábyrgdini. 

Tá tað so kemur til politiska dómin, so er tað løgtingið, men fyri at tað ikki skal koma “agurk í gallskapin”, har politiskir knívar og tankar kunnu koma upp eftir sinnisrørsluni, er helst besta boði, at formansskapurin í løgtinginum, sum breitt er umboðaður í tingsalinum, orðar politisku avleiðingarnar.

Kanningarstjórin sigur tað soleiðis á síðu 23 í drúgvu frágreiðingini uppá 432 síður: Det eventuelle politiske ansvars grundlag og mulige rækkevide falder selvklart uden for undersøgelsens og indstillingens rammer.

Vit mugu onkusvegna ganga út frá, at politiska avleiðingin fer at standa mát við løgfrøðisligu tilráðingina, sum eisini rúmar møguleikan fyri, at ongin politisk avleiðing verður av hesum málinum. Men tað er kanska meira ivasamt, tá tað er ein veruleiki, at løgmaður ikki hevur givið løgtinginum rættar upplýsingar, sum kanningarstjórin orðar seg.

Helst hevur hann hildið at “lygnin” ikki er eitt hóskiligt orð at nýta.

Tað er ikki onki at fáa upplýst, tí undan kanningini segðist hetta at vera brand-ólógligt!

Sanniliga vóru Einglarnir í politiskari telving um Kaj og Kára, stýrdir av Kontrol.

Skuggin var sjónligur.

Meira í blaðnum...