Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einglar uttan veingir

Dan Klein --- 02.07.2017 - 09:15

Okkurt bendir á at systemtreytaðu miðlarnir jarma teirra seinastu hørpuljóð.

Dimmalætting misti prentstøðina í 2007, og fór sjálv endaliga av knóranum í fjør. Blaðið hevði mist tevið og sambandið við veruleikan. Tað virkaði sum eitt slag av skrellispann fyri tey fólk, sum ikki vildu hava eina dugnaliga pressu. Evnini tey viðgjørdu vóru reint gass. Tvey árs gamlar søgur úr Oyggjatíðindi, blaðnum sum ikki var til í teirra verð.

At skipa eitt evni ella skapa eitt tema, ber ikki til, um persónur ikki er skúlaður til at hugsa frítt, í einum universellum heimi. Um alt bara skal vera “luderstuff” og relatera til tvætliðorðini “jaligt” og “neiligt”, so verður einki skil í.

Vit síggja eisini tekin um at Portalurin er við at ganga burtur mentalt, simpulthen býttari enn snor. Gomlu maktstrukturarnir, har ávísir persónar og ávísar familjur hava sitið og kræddað peningin hjá skattgjaldarunum, fáa eisini ein enda. Men tað hevur gingið fínt hjá teimum. Landskassin skal gjalda 4.5 milliardir til dugnaleysar “tænastumenn”, komandi 30 árini. Væl er manererað. Nógv av hesum fólkunum eru “true wannabees”, apukattar sum kalla seg sosialistar, men bert niður í egnan lumma.

Orsøkin til at einglarnir eru veingjarskotnir, liggur í at paragraff 77 í grundlógini, ongantíð hevur verið so lítið respekterað, sum aftaná gyltu 80`ini. Tá ið ein so týdningarmikil lógargrein verður tikin burtur úr tí samlaða høpinum, so heldur øll meining uppat. Óskilið kemur fyrst og fremst av, at eingin upprudding bleiv framd. Tey sum bert hava seg sjálvan á radaranum, halda sjálvsagt at væl stendur til. Tað ger tað ikki.

Tað eru alnótin og serliga sosialir miðlar sum t.d. Facebook, sum hava knekkað gomlu maktstrukturarnar. Lúgva tey í pressuni, kann borgarin svara aftur beinanvegin. Hetta bar ikki til í monopoltíðini. Gaddafi og Mubarak ruku báðir á hasi kontoini.

Fyrr í tíðini togaði KGB bara í eitt handtak, so hoyrdist ikki eitt kis, og dissidenturin endaði í Sibiria. Handan tíðin er farin og í Føroyum eiga vit at læra okkum at viðgera evni og ikki persónar. Vit síggja greiðari tekin um hvør ið rennur ørindi fyri hvønn, tí fólk ikki skilja hvørji rættindi ein meðal borgari hevur.

Tað er stórt spell.

Páll Poulsen