Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingir fólkatingsmenn!

Nýtt Sjálvstýri er ikki viknað í kongunum sum sjálvstýrisflokkur, hóast navnið er broytt. 

Hetta sæst eina best av tí, at í floksskránni stendur við sama lag, at flokkurin ikki vil, at vit skulu hava umboðan á fólkatingi.

At so skal vera, stendur sum kunnugt í stjórnarskrá Danmarkar ríkis, ið er lýst sum vanlig lóg í ríki okkara. Fyri at sleppa av við fólkatingsumboðini krevst tí, at lóggávuvald okkara setur donsku stjórnarskránna úr gildi her hjá okkum. 

Hetta hava vit rætt til. 

Í teimum samráðingum, sum nú skulu vera fyri at vit skulu fáa tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til, og sum fara at enda við, at stjórn okkara er javnlíki við stjórn Danmarkar, fer ein lutur at vera, at vit avtaka stjórnarskrá Danmarkar sum galdandi hjá okkum. 

Tá hetta er gjørt, hava vit heldur eingi umboð á fólkatingi. Samskifti okkara við donsku stjórnina fer tá fram við beinleiðis samráðingum og gjøgnum sendimenn hjá báðum pørtum. 

Hetta er eitt rættiligt stig á sjálvstýrisleið, sum løgtingsvalið prógvaði, at veljararnir ynskja at taka.

Zakarias Wang