Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin skrivstovukollvelting uttan førleikamenning

FÍGGJARLÓGIN 2014: Samgongan ætlar at umskipa miðfyrisitingina. Tørvur er framhaldandi á einum fjølbroyttum starvsfólkahópi og ein fortreyt fyri at skrivstovukollveltingin skal eydnast er, at landið tekur avtalurnar um strategiska førleikamenning í ramasta álvara og at fakfeløgini vera við í allari tilgongdini

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

Landsfyrisitingin, sum Finn Normann Christensen, legði lunnar undir í 90-unum, skal umskipast.

Ætlanin varð fráboðað longu í vár, tá ið fíggjarkarmarnir vóru kunngjørdir. Hon verður tikin uppaftur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014, ið nú er lagt fyri løgtingið, og samstundis hevur landsstýrið sett sjøtul á tær praktisku fyrireikingarnar.

Rationalisering

Endamálið er at skipa landsfyrisitingina heilt av nýggjum, so at “arbeiðið kann leggjast til rættis meira rationelt og at meira kann fáast fyri minni, umframt at styrkja fakliga umhvørvið”, sum skrivað stendur í fíggjarlógaruppskotinum.

Landfyrisitingin fevnir um sjey aðalráð, sum húsast ymsastaðni í Havn og sum í dag kosta útvið 100 milliónur krónur.** Ætlanin er at endurskoða og gera uppskot til nýggjan bygnað fyri miðfyrisitingina, so at virksemið verður meira effektivt og rationelt. Samstundis verður lagt upp til, at fyrisitingarnar verða lagdar saman í størri eindir, og ítøkilig sparimál í milliónaklassanum eru sett upp fyri tey komandi árini.

Sjøtul varð settur á arbeiðið í summar. Løgmansstjórin og aðalstjórin í fíggjarmálum manna ein stýrisbólk, sum stendur fyri arbeiðnum. Samstundis er settur ein arbeiðsbólkur við fýra embætisfólkum, sum í desember skal handa eitt sokallað diskussiónsupplegg, sum síðani fer til hoyringar hjá ymiskum pørtum, m.a. fakfeløgunum, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Óskynsom akademisering

Nógv av teimum, sum í dag arbeiða í miðfyrisitingini, eru limir í Starvsmannafelagnum. Tí fer felagið sjálvsagt at fylgja væl við gongdini í hesum máli, sum kann fáa stóran týdning fyri limir okkara.

Politisku útmeldingarnar um størri effektivitet, rationellari virksemi og sterkari fakligheit, kunnu verða væl grundaðar. Men sum felag fara vit at ávara ímóti, at myndugleikarnir leypa framav og í tilgongdini leypa bukk um tey royndu og dugnaligu starvsfólkini, sum mynda miðfyrisitingin. Og vit vilja somuleiðis ávara ímóti at almennu arbeiðsgevararnir í tilgongdini gloyma ásetingarnar í okkara sáttmála um at førleikamenna starvsfólkini, sum arbeiða hjá tí almenna.

Tá ið sagt verður í fíggjarlógaruppskotinum, at ein effektivisering av miðfyrisitingini er neyðug, tí at “lutfalsliga ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika- og ráðsuppgávur”, leiðir tað tankarnar beinleiðis til ta ófrættakenda rák, sum hevur merkt tann almenna sektorin í nógvum av okkara grannalondum tey seinastu árini.

Í fleiri norðurlondum er rekrutteringin til almenna sektorin broytt, soleiðis at alt størri dentur verður lagdur á formliga og akademiska útbúgving. Í dag hava t.d. 70 % av teimum alment settu hjá landinum í Norra hægri akademiska útbúgving, meðan talið í Íslandi er 60 %.

Eisini her heima hava vit varhugan av, at almennu arbeiðsgevararnir í alt størri mun leggja seg eftir at seta starvsfólk við akademiskari útbúgving. Í fleiri uppsagnarmálum hava vit sæð, at tá spariknívurin er hvestur, hevur hann rakt tey fólkini meinast, ið eru útbúgvin og upplærd í skipanini.

Hettar er ein skeiv og vandamikil gongd.

Fjølbroytni er lyklaorðið

Lat tað vera sagt beinanvegin: Starvsmannafelagið er IKKI ímóti útbúgving. Tvørturímóti. Vit ynskja, at fólk áhaldandi menna og styrkja teirra førleikar. Ei heldur eru vit á nakran hátt ímóti, at fólk við hægri útbúgving arbeiða hjá tí almenna. Útbúgving er snøgt sagt alneyðug og ein fortreyt fyri einum vælvirkandi almennum sektori.

Kortini fara vit staðiliga at ávara ímóti, at rekrutteringin til almenna sektorin fer fram við bindi fyri eyguni, so at tað eina og aleina verður hugt eftir, um starvsfólkini hava akademiska bakgrund, meðan drúgvar praktiskar royndir og realkompetansa verða sett til viks.

Ein slíkur starvsfólkapolitikkur kann viðføra, at fleiri størv verða mannaði við fólki, sum eru yvirkvalifiserað til uppgávurnar, so landið og starvsfólkini sjálvi ikki fáa gagnnýtt ta kompetansu og servitan tey eiga. Av tí at fólk við hægri útbúgving hava størri flytføri og natúrliga vilja søkja sær arbeiði í privata vinnulívinum, tá arbeiðsloysið minkar, og fleiri útboð eru av størvum til hægri útbúgvingar, so verður almenni sektorin eisini meira viðbrekin, um hann bara skal dúva upp á akademikararnar.

Stóri vandin er tá, at tey skrivstovuútbúnu eru farin í onnur størv og fyrisitingin tískil hevur mist týðandi vitan og førleikar. Vitan og førleikar, ið bæði eru kostnaðarmiklir og drúgvir at byggja upp aftur.

Føroyska fyrisitingingin hevur nógv roynd og dugnalig starvsfólk, sum eru útlærd og upplærd í skipanini. Fólk, sum so at siga eru skræddaraseymað til sínar uppgávur, bæði tá talan er um umsiting ella málsviðgerð. Hetta eru fólk við stórari realkompetansu og sum við sínum drúgvu royndum og praktiska innliti í fyrisitingina kunnu tilføra almennu fyrisitingini serligt støðufesti og kontinuitet.

Tískil er fjølbroytni lyklaorðið, nú landsfyrisitingin skal skipast av nýggjum. Tað ræður um at manna fyrisitingina við røttu fólkunum. Fólkum, sum hava júst ta útbúgving, tær royndir og teir persónligu eginleikar, sum krevjast til ítøkiligu uppgávurnar. Og tá kann stór realkompetansa, upplæring í skipanini og drúgvar arbeiðsroyndir ofta vera líka viðkomandi sum eitt akademiskt prógv.

Førleikamenning krevst

Nú farið er undir at fyrireika uppskot at savna og effektivisera miðfyristingina, vil Starvsmannafelagið minna landsins myndugleikar á sáttmálaásetingarnar um bæði hoyring - t.v.s. at álitisfólk og starvsfólk verða tikin við í allari tilgongdini - og strategisku førleikamenningina.

Avtalan um strategiska og skipaða førleikamenning á landsins stovnum hevur tvinnanda endamál. Hon skal tryggja, at starvsfólkini ikki steðga upp á síni yrkisleið, men allatíðina menna seg fakliga, so at tey vera før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Samstundis skal avtalan tryggja, at landsins stovnar allatíðina mennast og at uppgávurnar verða loystar á dygdarbesta hátt.

Nógvir stovnar taka í dag ásetingarnar um førleikamenning í álvara, men tíverri síggja vit dømi um, at avtalurnar ikki vera hildnar og at starvsfólkini ikki fáa ta førleikamenning, sum sáttmálin leggur upp til. Her kunnu allir partar gerast taparar.

Vandi er fyri at starvsfólk, sum hava staðið í læru ella eru upplærd í almennum starvi, tapa kappingina móti starvsfólkum við akademiskari útbúgving, tá stovnarnir skulu rasjonaliserast. Fólk við stórari realkompetansu enda í eini blindgøtu og kunnu fáa trupult við at fóta sær aftur á arbeiðsmarknaðinum, tí teirra førleikar eru ikki røktir og mentir. Hetta er dýrt bæði fyri starvsfólkini og samfelagið, og samstundis missa arbeiðsplássini starvsfólk við virðismiklum royndum og realkompetansu. Og fjølbroytnið í starvsfólkahópinum hvørvur.

Eini slíkari fakligari einsrætting vilja vit sum felag sjálvsagt staðiliga mæla frá, nú miðfyritingin skal umskipast og rasjonaliserast.

Ætlar landsstýrið veruliga at fáa meira fyri minni og at styrkja fakliga umhvørvið, soleiðis sum fíggjarlógaruppskotið leggur upp til, má tað sjálvsagt taka starvsfólkini, sum eru upplærd í skipanini, við í ætlanir sínar.

Við at tryggja, at starvsfólkini sleppa at røkja og menna sínar fakligu førleikar kunnu vit manna eitt fjølbroytt lið av starvsfólkum við hóskandi førleikum, sum eru tilbúgvin til framtíðar fakligu avbjóðingarnar í eini nýggjari miðfyrisiting.