Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin semja um starvsfólk á flogvøllinum

Samráðingar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið um at yvirtaka sáttmálaøki frá HK Trafik & Jernbane eru endaðar uttan úrslit. Semja er um at taka samráðingarnar upp aftur í heyst.

Vága Floghavn varð yvirtikin í 2008 og tá var gjørt av, at starvsfólk á flogvøllinum framhaldandi skuldu vera limir í HK Trafik & Jernbane. Síðan er við jøvnum millumbili arbeitt við at flyta starvsfólkini í føroysk fakfeløg.

Starvsfólkini hava víst ynski um at verða limir í Starvsfelagnum og tí hevur felagið verið við í samráðingunum um at yvirtaka sáttmálaøkið frá HK Trafik & Jernbane.

Umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vága Floghavn og Starvsfelagið hava verið til samráðingar seinastu tíðina, men enn er semja ikki rokkin í málinum.

Fyribils úrslit av samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið varð lagt fyri starvsfólkini á flogvøllinum og HK Trafik & Jernbane, sum ikki kundu góðtaka tilboðið frá arbeiðsgevaranum.

Spurningurin um undantøk í samband við verkfall er tað, sum skilir partarnar í løtuni. Hesin spurningurin er sera prinsipiellur og týdningarmikil fyri Starvsfelagið, og tí kunnu vit ikki liva við, verkfalsrætturin verður skorin inn á bein.

Starvsfelagið arbeiðir víðari við málinum og tekur samráðingarnar upp aftur í heyst.

https://www.starvsfelag.fo/tidindi/eingin-semja-um-starvsfolk-a-flogvollinum/