Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin óvanlig luftdálking í Føroyum

Seinastu tíðina hevur verið eldgos í Íslandi, og hevur verið tosað um, at dálking frá eldgosinum í Fagradalsfjalli í Íslandi, sum byrjaði 19. mars í ár, kann mátast í luftini í Føroyum. Veðrið seinastu dagarnar hevur verið støðugt, og kann vestanvindurin tí hava leitt luftdálkingina, ið liggur yvir Íslandi, til Føroya.

Umhvørvisstovan hevur síðan 2014 havt eina skipan, ið støðugt mátar luftgóðskuna. Skipanin, sum varð fingið til vega eftir gosið av Eyjafjallajökulli í 2010, kann nýtast í tilbúgvingarhøpi, t.d. í sambandi luftdálking eftir eldgos í Íslandi. Luftkanningarstøðirnar máta innihaldið av smáum bitlum, PM2.5 og PM10 eins og SO2 og NOx-gassum.

Úrslit frá føroysku kanningarstøðum
Umhvørvisstovan hevur greinað úrslitini frá kanningarstøðunum seinastu tíðina. Grafurin niðanfyri vísir, at innihaldið av bitlum í luftini seinastu dagarnar, hevur ligið nakað yvir miðal fyri árið 2021. Tað sæst tó eisini, at stutt tíðarskeið við øktum innihaldi av bitlum, eru heilt vanlig. Orsøkirnar til svingandi innihaldi av bitlum í luftini kunnu vera nógvar; eitt nú staðbundnar dálkingarkeldur, vindur, ið ávirkar innihaldið av salti, sandi og øðrum smáum bitlum í luftini ella luftborin dálking úr útlondum, eitt nú frá stórum skógareldum aðrastaðni ella eldgosum í Íslandi.

Markvirðini verða hildin
ES hevur ásett markvirði fyri innihaldið av smáum bitlum í luftini. Markvirðini eru fyri ávikavist bitlar við einum tvørmáti minni enn 2.5 og 10 µm, kallað PM2.5 og PM10. Markvirðini eru ásett fyri árliga miðalvirði, eins og eitt dagsvirði er sett fyri innihaldið av PM10. Árliga miðalvirðið má ikki fara upp um 20 og 40 µg/m3 fyri ávikavist PM2.5 og PM10, meðan dagsvirði fyri PM10 altíð skal verða undir 50 µg/m3

Mátingarnar av PM2.5 og PM10 á kanningarstøðunum í Føroyum, liggja væl niðan fyri ásettu markvirðini. Tað sama er galdandi fyri svávulinnihaldið, ið ongantíð fer upp um markvirði, men støðugt er lágt, og bert økt einstakar ferðir í 2021. 

Hesi úrslit vísa, at hóast ein lítil øking hevur verið í innihaldinum av bitlum í luftini í Føroyum seinastu dagarnar, er einki at óttast og eingin heilsuvandi.

Úrslitini av støðugu luftmátingunum í Føroyum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá US 

Umhvørvisstovan fylgir gongdini, og heldur eyga við um munandi luftborin dálking verður leidd inn yvir Føroyar.