Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin mótrokning uppá fimtan prosent

Samstundis stendur í samgonguskjalinum millum núverandi samgonguflokkar, at: “ Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini”, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, í viðmerking til munnligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen um ríkisveitingina í 2013 og peningarenslið millum Føroyar og Danmark.

1. Fer landsstýrið í ár undir samráðingar við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina við um 200 mió. kr. ?

2. Metir løgmaður at tað er samsvarandi samgonguskjalinum at ríkisveitingin verður hækkað í 2013 ?

3. Hví verða 15% av vanligu meirinntøkum landsins í 2013 ikki mótroknaðar í prístalshækkingini av ríkisveitingini í 2013 ?

4. Er farið undir samráðingar við donsku stjórnina um, at fáa til vega eitt fullfíggjað yvirlit yvir peningarenslið millum Føroyar og Danmark ?

5. Nær væntast ein liðug greining av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark at fyriliggja ?

Viðmerking

Greitt er, at samgongan hevur sett sær fyri at gera føroyska búskapin so heftan at donsku ríkisveitingini sum møguligt.

Tí hava samráðingar verið um, at hækka ríkisveitingina munandi. Higartil hevur úrslitið verið, at ríkisveitingin er hækkað við prístalinum.

Skiftandi fráboðanir hava verið frá samgonguni um, hvørt farið verður undir aftur samráðingar við donsku stjórnina um, at hækka ríkisveitingina við um 200 mió. kr. Um jólini fráboðaði fíggjarnevndarformaðurin at hann avgjørt helst, at farast skuldi undir samráðingarnar aftur sum skjótast.

Samstundis stendur í samgonguskjalinum millum núverandi samgonguflokkar, at: “ Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.”

“Samráðingar vera við donsku stjórnina um eina greining av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark. Greiningin skal verða liðug 31. dec. 2012.”

Men í hækkingini av ríkisveitingini í fíggjarlógini fyri 2013 sæst onki til mótrokning av 15% av vanligu meirinntøkum landskassans. Heldur ikki hevur higartil verið nakað at frætta um greiningina av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark, hóast henda greining longu skuldi verið liðug.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 23. januar 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi