Eingin loysn at stinga halan millum beinini
Tíðindaskriv:
Vit hava verið fleiri, ið hava roynt at fingið okkara ávirkan galdandi, at fáa vent gongdini í flokkinum áðrenn valstríðið byrjaði. Hetta hevur ikki eydnast, tí leiðslan í flokkinum hevur drálað sum longst við at áseta bæði aðalfund og eykaaðalfund. Tíverri hevur flokkurin mist okkurt gott fólk av hesum kleyvarskapi.
Eg harmist um, at ynskini frá landsnevndarlimum og 38 flokslimum ikki vóru gingin á møti. Tað er tó eingin loysn at stinga halan millum beinini. Heldur mugu vit kempa fyri at fáa flokkin aftur á beina kós, og tí stilli eg upp til løgtingsvalið.
Ásetti eykaaðalfundur tann 20. oktobur gevur onga meining. Tí er bert eitt at gera og tað er at lata veljaran tala.
Kristina T. Larsen, næstf. í landsnevndini.