Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin er tjóvur, tí hann stjelur, men tí hann dugur ikki at stjala

TAKS vísir til útistandandi skatt og mvg í 100 mill. kr. klassanum. Skuldararnir duga og sleppa framhaldandi at duga at stjala. Hvussu ber tað til? Hví er neyðugi viljin ikki til staðar hjá myndugleikunum at duga tað, teir eiga at duga, soleiðis at goldið verður tað, ið eigur at verða goldið?

Strámenn duga eisini, og teir sleppa at duga uttan orð ella eið. Hvussu ber tað til? Duga myndugleikarnir ikki at verja fólksins áhugamál ella luttaka teir í fíggjarspælinum um fólksins ogn?

Flakamaskina varð stolin, men tjóvurin dugdi at kamuflera tjóvagósið. Hann hevur seinri víst seg at duga eitt sindur av hvørjum, men møguliga verður hann steðgaður skjótt.

Síðan var tað yvirfíggingin, hvar menn runnu við plastikkposum fullum við avdúkandi skjølum. Og at enda

Bankafidusirnar, ið fóru við 100 – tals mill. kr. Teir dugdu, og tað í ólukkumát. Men vónandi er síðsta orðið ikki sagt í hesum máli. Kanska dugur onkur meira, enn teir, ið spældu kong gularót og tømdu fólksins virðir í eini spekulatión sum tók fótafesti undan mongum.

Vit hava skyldu til at virka fyri, at vit eiga fólk og myndugleikar her á landi, ið duga nakað væl meira enn tjóvar og spekulantar, og sum brúka alla orku upp á at steðga pakkinum.

Dagfinnur Danbjørg.