Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin avlurting í føroyskum luftrúmi, á landi ella á sjógvi uttan eina fólkaatkvøðu, ið gevur loyvi til tess

Og allar upplýsingar um, hvørjar avlurtingarnar, tað eru, talan er um og eisini kunnu verða talan um framyvir, skulu á borðið undir straffábyrgd, skilt á tann hátt, at lygnir og loynidómar, ið seinri koma fram í dagsins ljós og sostatt avdúka reellu ætlaninar og virkseni, eiga at fáa alvorligar avleiðingar bæði fyri lygnararnar og tey, ið valdu at halda upplýsingarnar í loyndum.

Vit hava longu fingið søguna um hashið, sum verandi atvoldin til avlurtingarnar. Og um eitt avlurtingarvirksemi í fleiri 10-tals mill. kr. klassanum, sum vit enntá eisini- eftir miðlaupplýsingum - skulu gjalda fyri framyvir. Markleysur frekleiki má sigast. Hvørjar 'skjúldar'' orsøkir løgmaður hevði til at severa tílíkt nonsens, má hann sjálvur kunna greiða Føroya fólki frá, og síðani geva fólkinum sonnu søguna og rætta samanhangin. Tí tað er eingin ivi um, at løgmaður bæði veit og hevur vitað alt tað, ið vert er at vita í avlurtingarmálinum.Og fólkið tørvar sanna vitan og ikki uttanumtos nú, áðrenn støða verður tikin í málinum. Blindibukkatíðin er av.

Vit hava upplivað líknandi, tá NATO-støðin – í loyndum - varð smoygd niður yvir okkum. Landsstýrið arbeiddi í loyndum og við lygnum yvir fyri Føroya fólki, men í intimum samstarvi við donsku stjórnuna og NATO. Føroya fólk varð fylt við lygnum, meðan kríggseygað varð bygt á Sornfelli. Lygnirnar slóaðu vegin, sum kundi enda sum ein risastór, óskiljandi og ófyrigevilig vanlukka fyri mong – einamest fyri íbúgvarnir í høvuðsstaðnum.

Og nú skulu nýggjar lygnir slóa nýggjar sokallaðar NSA-vegir. Fólksins svar má – sum er - vera eitt úr fjøllunum samfelt rungandi nei.

Tí sjálvt um vit ikki vita alt, so vita vit nakað: M.a. vita vit, at Danmark hevur avtalu um at vera við í tí amr. avlurtingarskipanini, ið kallast ”Five eyes”. Hetta sæst í nýggjum dokumenti frá tí amr. njósningartænastuni NSA. Og sum avdúkingar seinasta hálva árið hava víst, so er NSA klárt til at fara sera, sera langt fyri at skaffa sær loyniligar upplýsingar frá bæði stjórnum og privatpersónum.

Altumfatandi yvirvakingin hevur tikið yvirhond og er nú tann størsta hóttanin, siga teir serkønu, ið kenna mest til nevndu yvirvaking-, Øll skulu kunnu avlurtast á degi sum á nátt frá kjallara til kvist. Telefonir, teldur, sjónvarp og onnur kommunikatións- ella samskiftistól verða støðugt fylgd. Kriminel ella ei er fullkomuliga líkamikið.. Hetta kann tykjast løgið, tá avlurtararnir sjálvir higartil hava víst seg at vera teir mest kriminellu, tí tá talan er um lógarbrot ganga teir uttan fyrivarni gjøgnum heilt uttan at spyrja hvørki høgan ella lágan.

Og mong av teimum serkønu eru eisini samdir um, at markið millum yvirvaking fyri tryggleika skuld, og yvirvaking fyri yvirvakingina skuld fyri langt síðan er koppað yvir til tað síðstnevndu.

Ein altumfatandi avlurting fer sjálvandi at broyta samveruna menniskju ímillum: skapa ótryggleika og mistonksemi. Fólk fara at lata seg broyta, og spontaniteturin fær sær eitt skot fyri bógvin. Alt verður útført soleiðis, at tað nøktar tørv lurtarans ella tekur hædd fyri hansara nærveru. Tað verður sostatt eitt fyri og eitt eftir 2014, um avlurtararnir fáa 'makt sum feir hava agt', hvat Gud annars má forbjóda.

Lat tað at enda verða sligið órongiliga fast, at í einum fólkaræði finst einki pláss fyri loyniligum yvirvakingarprogrammum, loyniligum rættarhølum, loyniligum stevningum ella loyniligum stjórnaravgerðum.

Tí tað vil eta fólkaræðið upp innanífrá.

Dagfinnur Danbjørg.