Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingi bróst eru eins: Í oktober varpa vit ljós á bróstkrabba

Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.

‘Eingi bróst eru eins’ er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.

Á hvørjum ári varpar Krabbameinsfelagið ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva, ið sniðgevur ársins bróstkrabbalut. Við at ogna tær ein av hesum lutum, stuðlar tú Bót til Bata, ið er bróstkrabbabólkur hjá Krabbameinsfelagnum.

Í ár er samstarv gjørt við Shisa Brand, sum hevur sniðgivið einar oyralokkar og eitt net.

Á netinum eru hondteknað bróst, og uppímillum er okkurt teirra tikið. Bróstini eru ymisk í stødd og skapi og undirstrika boðskapin um, at eingi bróst eru eins. Á baksíðuna á netinum hevur Sjúrður Gullbein skrivað eina heilsan til bróstini.

Oyralokkurin er ein gullketa við einum ljósareyðum ullbólti og eini perlu í endanum. Ullbóltarnir, sum eru úr føroyskari ull og litaðir ljósareyðir, ímynda bróstið. Og líka sum eingi bróst eru eins, eru eingir ljósareyðir ullbóltar eins; summir eru stórir, aðrir smáir, summir eru fastir, aðrir bleytir. Tað er sjarman.

--

Orsakað av COVID-19 verður einki útgávutiltak í ár. Oyralokkar og net verða í staðin at fáa til keyps á apotekunum í Havn og í Ullvøruhúsinum. Eisini verður møguleiki at ogna sær netið og oyralokkarnar í Vágum, Klaksvík og Suðuroy. Nærri kunning kemur hósdagin.

Tað er avmarkað mongd av oyralokkum og netum. Undanfarin ár hevur sølan gingið sera væl, so um tú ynskir tær einar oyralokkar ella eitt net, so er ikki at bíða.

Sølan byrjar hósdagin 1. oktober. Kostnaður: Net: 200 kr. Oyralokkar: 250 kr. fyri parið.