Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagfinnur Danbjørg

Einaræði við islamiskari sosialismu kontra norðurlendsk vælferðarsamfeløg

Nógv skal mann hoyra, áðrenn oyruni detta av.

Sigmar Høgnesen - fólkafloksmaður kemur við viðm. til síðstu grein mína: ábyrgdarleysur flokkur - har hann sigur, at sosialisman hevur spælt fallit, tí at norðurafrikansku einaræðislondini við islamiskari sosialismu hanga við reyvuni í vatnskorpuni, og fólkið flýggjar norðureftir.

Harra mín Guð fyri argumentatión. Í norðurlondum hava javnaðarmenn og sosialistar saman við øðrum góðum fólkum uppbygt vælferðarsamfeløg, ið eru kend kring allan knøttin og eru fyrimynd hjá mongum. Hetta politiska arbeiði hevur alla tíð verið og verður framhaldandi mótarbeitt bæði á legalan og illegalan hátt av øllum høgraradikalum herundir fólkaflokkinum, ið bert hevur havt nakað til yvirs fyri einum av teimum mongu sløgunum av sosialismu, nemliga nationalsosialismuni.

Mong kenna óivað sjónleikin Erasmus Montanus, har Erasmus dregur sína logisku feilniðurstøðu, tá hann ´prógvar, hann kann gera mammu sína til ein stein.

Ein steinur kann ikki flúgva - mamma kann ikki flúgva - ergo er mamma ein steinur. Okkara heimligi Erasmusar gera á sama hátt, tá talan er um fundamentalistiska islamistiska sosialismu og norðurlendska demokratiska sosialismu. Keine hexerei, nur behændickeit.

Hesir høgraradikalu vísa annars til kapitalismunnar háborg USA.

Har er teirra jarðiska Paradís: lágur skattur - øgiligur stættarmunur -nógvir millióningar og milliarderar - men enn fleiri blóðfátøk, ið bert kunnu metta seg av molunum frá ríka mans borðið úr ruskíløtunum, og sum als ongar møguleikar hava at søkja sær læknahjálp, tá tørvur er til tess, tí peningur er ongin at gjalda við. Mann ótalið av religiøsum sektum, ið sveima í og um USA, nakrantíð hava lisið um ríka mannin og Lazarus? Og USA stendur nú á fíggjareggini og kann glíða út av, um Kina ikki gevur teimum eina hond. Lagnunnar speisemi?

Í hvussu so er og ikki, so er neyðugt hjá okkum øllum, ið virðismeta vælferðarsamfelagið at fasthalda ein politik við einum menniskjansligum andliti har frælsi, javnaður og brøðralag verður fasthildið sum stevnumið. Men hetta krevur, at ein viðvarandi uppgerð verður tikin við tey, ið bert stríðast fyri: meg, mítt og míni undirdevisuni: vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær.

Dagfinnur Danbjørg.