Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einar Waag bryggjað serligan grönan Veðr til G!

Föroya Bjór hevur bryggjað eitt serbryggj til G! Festival í ár. Eina vistfröðiliga bjór, við veðrastyrki, ið eitur Grönur Veðrur.

Tíðindaskriv frá G!

G! hevur eitt ynski um at bjóða meira lokalar og vistfröðiligar vörur og setti fram fyrispurning, um tað bar til at bjóða vistfröðiligt bjór á G!.

Föroya Bjór, sum frammanundan bryggjar vistfröðiliga ljósa pilsnaran Organic Light, tók av avbjóðingini. Úrslitið er Grönur Veðrur, vistfröðiliga ölin, sum kemur at renna úr kranunum á G! í ár.

Tað er eingin minni enn Einar Waag sjálvur, ið hevur bryggjað nýggju bjórina. Hann sigur at Föroya Bjór hevur valt navnið "Grönur Veðrur" tí grönt hevur tilsiping til vistfröðiliga innihaldið. Og so byrjar tað við G!

Um Gröna Veðrin sigur Föroya Bjór, at hon er ein vælsmakkandi rein, frísk og lött summaröl við góðum smakki av vistfröðiligum malti og humlu. Styrkin er 4,6%.

Umframt kaggar til kranarnar á G!, hevur hevur Föroya Bjór tappað eitt sera avmarkað tal í 2 ltr. flösku, ið verða seldar í sölubúðunum hjá Föroya Bjór í Klaksvík og Tórshavn frá í dag.