Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einaferð var tað eitt lítið land

Landið var vakurt og ríkt og lá mitt úti í tí stóra havinum. Ein góð Guðs gáva. Av somu orsøk kundi tað gingið íbúgvunum avbera væl, men so var ikki. Svartbrúna slangan hevði vunnið sær innivist millum íbúgvarnar og tikið ræðið á mongum fólkum, virkjum og økjum.

Fólkið stóð ikki saman, so slangufólkini yvirtóku alt, ið hevði við pening, virði og vinning at gera. Hetta kundi tey einans gera, tí tey høvdu viðhaldsfólk, sum afturfyri stuðulin vórðu lívgaði við góðum størvum og við lønum í tí góða endanum.

Hini máttu so noyðast við tað, ið eftir var, soleiðis at flest øll fingu til dagin og vegin. Nøkur blivu tó við sviðið so. Hetta var annars als ikki neyðugt, tí yvaleyst var til, men slangufólkið býtti altíð ójavnt, sær og sínum til fyrimuns, og skilið var hareftir. Sum Nordahl Grieg - í kendu yrkingini sigur: Edelt er mennesket, jorden er rik. Findes her nød og sult, skyldes det svik. M.a. at ójavnt er býtt.

Nakrir av teimum svørtbrúnu, ið bæði høvdu logið og stolið og snarað lykilin í teirra fyritøkum, so mvgið til fólksins kassa í mill. kr. klassanum ongantíð fann vegin í kassan, men varð strikað. Nakrir av hesum vórðu løntir við at verða settir í hægstu politisku størv. Ófatiligt, men satt. Og skilið bleiv sjálvandi hareftir. Danir siga: Frækhed belønnes, men máti átti og eigur at vera við. Ella sum onkur annar plagar at siga, at skil skal vera í galskapinum.

Havsins og harvið fólksins Guðsgivna ríkidømi var ókristiliga býtt millum tey pol. og rel. høgraradikalu við stuðlum fyri lítið og lætt, so tey stóru kundu fáa enn eitt skump upp í gullrúgvuna.

Strámenn fingu jól og góðar dagar. Eingin lætst at síggja ella hoyra nakað. Kósin var hildin eftir uppskriftini: Gongur tað, so gongur tað. Og gongur tað ikki, so gongur tað álíkavæl. Og higartil hevur tað gingið álíkavæl.

Og livikostnaðurin hevur tikið sína himmalflukt, meðan eftirlitið hevur sovið. Hetta rakar sjálvandi mong meint. Tó ikki tey vælbjargaðu, sum hava nokk at taka av.

Muran í høgraradikale pakkinum letur seg eisini avlesa av teirra politiska virki kring knøttin, tí teir hava stuðla líkasinnaðum og tí, ið verri er, sum t.d. Apartheid í Suðurafrika, har tey littu vórðu viðfarin sum dýr. Og Pinochet í Chile , har fólkið hevði valt sær Salvador Allende sum forseta.. Tey svørtbrúnu og høgraradikalu stuðlaðu stutt eftir drápið av forsetanum í forsetaborgini, meðan teirra hetja – bøðilin Pinochet – fekk dripið í túsundavís av ósekum monnum, kvinnum og børnum til stóra gleði fyri høgraradikala pol. og rel. pakki. Og tá Oluf Palme varð myrdur, varð hann speirikin alment áðrenn hann varð lagdur til hvíldar. Hetta var og er hevitis skom fyri alt landið. Men teir seku vóru so fanansbesettir, at teir samstarvaðu við nýnazistarnar sum um tað var størsta sjálvfylgja, og tað var tað kanska eisini. Fy fanen.

Skattabroytingar vórðu framdar eftir vælkenda høgraradikala leistinum: Ongin lætti til tey smáu, eitt sindur til til tey, ið forvinna nakað, meira til tey, ið forvinna meira osfr. Upp til tey, ið forvinna millióna, tey fáa lætta upp á smáar 100.000,- kr. Vøo. hægri løn viðførir lægri skatt. Tann, ið hevur, skal fáa, meðan hann, ið lítið og onki hevur, frá honum skal sjálvt tað lítla, sum hann hóast alt hevur, verða tikið.

Pengar til eldrarøkt eru truplar at skaffa, meðan milliardaupphæddir til undirsjóvartunlar kunnu rystast burtur úr ermini . Undarligt, tí øll tríva í, tá sungið verður:

Tit, sum í fjøru fóru

at skera tara har

og taraleypin bóru

 langt inn um hagagarð.

Tit, sum við haka gingu

um mýru, eyr og sand og korn at næla fingu

tit bygdu hetta land

Tað eru sjálvandi tey eldru og gomlu, ið nú verða viðfarin sum samfelagsins trupulleikar, ið bæði hava bygt og eiga landi. Tey høgraradikalu hava bert útnyttað tað, ið útnyttast kann, so tað er sera harmuligt at hoyra teirra illvilja, tá tey gomlu skulu hava teirra medmenniskjansliga tørv dekkaðan. Fúl skomm.

Alt er vorðið so dýrt, at mong velja at flyta í onnur lond. Onnur hóra ígjøgnum við stuðli frá fam. og góðum fólki. Og ofta eru molarnir frá ríka mans borðið vælkomnir.

Men fleiri og fleiri í lítla landinum eru farin at hóma og skilja at einans ein frælsis- og javnstøðisloysn har fólkið hevur virðing hvør fyri øðrum og vísa hvørjum øðrum solidaritet er ein góð gongd leið fyri øll, og at hon má og skal gangast, óansæð hvat tey høgraradikalu halda og vilja.

Verður neyðugt, so má fólkið geva teim høgraradikalu hart og effektivt mótspæl, soleiðis at ein nýggj samfelagsskipan fyri alt fólkið kann stovnsetast.

Og fleiri og fleiri er vís í, at um einki hendur, og alt verður við tað verandi, so verður galin endi, tí um ella tá olja verður funnin, so fara tey svørtbrúnu við viðhaldsfólkum bæði í oljudans og pengaekstasu og síðani tiltuska tey sær milliónirnar í so stórari nøgd, at fólkið kemur so illa fyri, at so nógv sum ongantíð áður mugu pakka saman og flýggja. Og sjálvandi má tað ikki ske. Tí má fólkið til verka, ikki nú, men nú.

Fremmandaarbeiðarar loysa av fyri lítið og lætt og sjálvandi uttan trygd av nøkrum slag. Eitt menniskjavirði hevur lítið virði í hávahondum.

So tað eru nógvar tungtvigandi orsøkir til, at 'oljusheikarnir' verða steðgaðir við neyðugari megi skjótast tilber, og áðrenn sheikaheiti hevur fingið reelt innihald.

Og tá er tíðin komin til at sláa fast, at skal nakar flýggja, so er tað høgraharkalið, alt sum tað er. Tí fólkið vil ikki finna seg í framhaldandi kúgan. Nú er nokk. Meira enn nokk. Meirilutadiktaturið má avloysast av sonnum fólkaræði.

Fólkið er - Guð ske lov – byrja at organisera seg til komandi stríð fyri frælsi, javna og solidariteti. Tey er nú meira vitandi um teirra leiklut í stríðnum og um, at høgraharkaliðið bert eigur at fáa tvinnar kostir: samstarva við fólkið upp á fólksins præmissir ella at fáa fótin.

Føroyingar ynskja tykkum í lítla landinum í tí stóra havinum eydnu og alt tað besta og fara at fylgja tykkum og læra av tykkum.

Guð signi land og fólk.

Dagfinnur Danbjørg.