Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein tjúgukróna í trongum skóm

….. ein viðmerking til tilmæli frá fólkaheilsuráðnum um rúsandi eitur v.m.

Loksins barslaði fólkaheilsuráðið við tilmælum um inntriv í nýtsluna av ikki einans cigarettum, men eisini rúsdrekka. At hesi tilmæli stuðla teim hugsanum Miðflokkurin hevur borið fram seinastu árini gleðir okkum. Endiliga man fara at bera til at skapa samband millum vísind og fyribyrging og millum skaðar og inntriv, eisini á rúsdrekkaøkinum.

Tveir afturhaldssinnaðir stjórar

Men ikki øll eru nøgd. Serliga teir báðir, stjórin á Atlantsflog og skilamaðurin á Vága floghavn hevja, spurdir av tíðindafólki, peikifingrar. Hin fyrri gjørdist skjótt tómur fyri saklig argument og byrjaði at tosa um støðuna í londum, sum flestu føringar vilja sleppa undan at verða samanbornir við, meðan Jákup Sverri óttast fyri, at ein avtøka av tollfríu søluni av rúsdrekka og cigarettum, kann hava eina hækking av ferðaseðlaprísunum við sær. Inntøkan av hesum ” er jú 4-5 mió ”, segði hann okkum, og tíðindafólkið endurgav hann fyri at brúka orðið álvarsligt, um hesi útlit.

Ein tjúgukróna í trongum skóm

Sambært framsøgnum verður ferðafólkatalið yvir flogvøll vága floghavns í ár gott og væl 180000. Tvs., at hetta inntriv, fyri at verja samfelag, familjur, v.m. móti skaðiligu fylgjunum av rúsdrekka og cigarettum (m.a. verja móti deyða og álvarsligum sjúkum), kann koma at kosta hvørjum ferðandi 20- 25 krónur !

Um dagin?- nei,

Um vikuna? - á nei.

Um mánaðin?- nei slett ikki

Hvat- so?- jú hvørja ferð tú ferðast loftvegis um Vága floghavn.

Jamen- jú, jú, tú hugsar rætt, flýgur tú ongantíð kostar tað einki. Flýgur tú einaferð um árið kostar tað góðar 20 krónur, tvær ferðir 40- 50 kr.,- o.s.fr.

Tað vil eisini siga, at flýgur tú einaferð um árið næstu 40- 50 árini, so kostar hetta lívbjargandi inntrivið tær, við núverandi takstum v.m., samanlagt kr. 1.000 øll árini.

Magni og muslimar

Hart sperdur brúkti Magni, stjóri, lættasta vápnið, tá han skuldi verja seg og svara, hví hann krevur at sleppa at skeinkja fyri fólki umborð á flogførum sínum. Jú, ljóðaði djúpt vísundaliga svar hansara, noyðast vit at steðga ókeypis søluni av rúsdrekka umborð, verður støðan sum í muslimskum londum.

Sama dag segði skilafólk, sum hevði flogið nógv við SAS, Norwegian og eisini við Emirates ( hetta flogfelag hoyrir til muslimsk/ islamska bólk Magna ), at einasta av hesum flogfeløgum, sum skonkti ókeypis fyri øllum, var Emirates. Bæði SAS og Norwegian, sum eru feløg, sum Atlantsflog kann sammetast við, kravdu pening fyri rúsdrekka, sum varð brúkt umborð. Og sjálvandi tað! Eingin fer umborð á flogfør, ella í bilar, bussar ella skip, fyri at fáa skonkt rúsdrekka ókeypis- uttan mun til um tú ert muslimur, heiðin ella kristin!

Latið okkum verða fyrimyndir heldur enn at halta aftaná.

Annars er at siga um hasi argumentini, um at: vit mugu vera sum hini og vit mugu gera sum hini ”, at hóast vit í hesum aktuella føri als ikki gera sum hini, so hevði verið áhugavert, um vit settu okkum sum mál at ganga á odda og verða fyrimyndir fyri alheimin, heldur enn nærum altíð at lata okkum lynda at halta aftaná! Annars fái eg meg ikki at trúgva, at Smyril Line og Atlantsflog, hava so lágt flog, at tey ætla at binda fíggjarliga grundarlag teirra til tað, sum í øðrum londum speirekandi verður nevnt spritrutur.

Jenis av Rana,

formaður Miðfloksins

p.s. vert er at merkja sær, at her er ikki talan um at ” lóggeva niður yvir fólk ”, men at taka burtur rættindi, sum nøkur hava framum onnur, við tí endamáli at verja lív og heilsu allra.

jenis