Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein syndarlig samgonga

Landbúskapurin er at meta sum eitt vanligt húsarhald. Tað eru mentamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin samdir um. Tað vill siga, at tá ið tað skal sparast innan landshúsarhaldið, so eiga pensionistar, stakir uppihaldarar og teirra javnlíkar eisini spenna lívreimuna inn.

Heilaga kúgvin hjá hesi ultra høgrvendu samgongu eru teir sokallaðu "karmarnir", eitt nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki, ið legimatiserar teirra harðrenda høgrapolitik. Og teir taka tað sum eina sjálvfylgju, at sjálvt um tú niðurpínur í millum annað almannaøki, við ikki at framskriva lønarveitingar ella prísvøkstur, so skulu starvsfólk eins og leiðarnir á stovnunum vara seg fyri, at úttala seg um avleiðingarnar av hesi fíggjarligu niðurpíning.

Ístaðin fyri fáa starvsfólkini munnkurv ,soleiðis at eingin torur at traðka fram, og gera vart við tey ótolandi viðurskiftiíð, ið fer fram á okkara ellis og róktarheimun. Og teirra umsorgan fyri búfólkunum verður broytt til samvitskubit, tí samveran i millum starvsfólk og búfólki, og tann positiva andin ið var, verður avloystur av máttloysi.

Hvat er tað sum fær okkara fólkavaldu til at halda, at pensionistarnir kunna bara lagað seg eftir teimun sparingum sum teirr finna fyri gott. Og var tað ikki eitt sindur ósmæði av okkara almannaráðharra, at fara út á facebook ella aðrar fjølmiðlar, og greiða fólki frá hvussu glað Hon varð, at Hon hevði fingið undirtøku frá landsstyrinum, til eina eykajáttan uppá góðar 4 milliónir krónur til eldraøki, tá veruleikin var ein heilt annar.

Um starvsfólk og avvarðandi av búfólkunum, eins og andstøðan ikki hevði lagt trýst á løgtingi og landsstyri, so hevði eingin meirjáttan verið givin til eldraøki. Og játtanin var nærum ikki komin í løgtingi, so var fíggjarmálaráðharrin úti við líggjanum.

Aftaná at sitandi samgonga hevur endavent almannaøki, og gjørt neyðugar rationaliseringar, so boðar hann nú frá, at nú varð neyðugt at fara og eftirrationaliserað somu rationaliseringar ið vóru gjørdar fyri nøkrum mánaðum síðani.

Og tað er fyri so vítt í fínasta lagið, at rationaliserað. Hinvegin so sær tað nærum út sum um panikkur er komin í samgongumeirilutin sum sjálvsagt er skelkaður av, at inntøkur landskassans, eins og skattainntøkurnar eru stagneraðar. Tí royna teir at flyta fokus, fyri at dylja út yvur ein skeivan, eins og ein harðrendan ultra høgra búskaparpolitikk, samstundis sum sambandsflokkurin slúkar ein kamel fyri og annan eftir.

Við 400 nýggjum arbeiðsplássum, og øktum virksemi, sigur vanligt vit og skil einum, at landskassans inntøkur eins skattainntøkur landsins, eiga at floyma inn í landskassan. Men so er ikki.

Er tað nakað at siga til, at fólk kenna seg ótrygg, eins og okkara pensionistar kenna sum sum gíðslar, við tí eldrapolitikki henda ultra høgrasamgongan leggur fyri dagin.

Frank Davidsen