Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein stórur dagur fyri føroyska málið

Hesin dagur er ein gleðisdagur, har øll orsøk er til at fegnast og vera errin. Tí í dag hevur løgtingið samtykt uppskotið hjá Tjóðveldi, um at farast skal undir at fáa føroyskt mál inn í fartelefonir og teldur.

Tað merkir, at vilji er til at styrkja føroyska málið á øllum pallum og tað er eitt sterkt politiskt signal um týdningin av tjóðarbygging. Hetta leggur eina greiða ábyrgd á Mentamálaráðið og landsstýrismannin í mentamálum um at seta skjøtil á hetta týðandi arbeiði.

Nevndarviðgerðin vísti, at vegurin er torgreiddur fyri at fáa sjálvsagdar møguleikar fyri føroyska málinum í samskiftistøknini. Skulu vit røkka málinum og samstundis tryggja, at dagføringararbeiðið aftaná verður røkt til fulnar, og at peningur er tøkur til endamálið, er neyðugt við dyggum samstarvi millum almennar myndugleikar og privatu veitararnar.

Álitið frá eini samdari mentanarnevnd ljóðar soleiðis: Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.

Vónandi fara privatu veitararnir at síggja ein stoltleika í at leggja seg eftir at fáa føroyskt mál inn í ymsu tólini, forritini og vørurnar - tí ongin ivi er um at brúkarin hevði valt tað sum tosar føroyskt framum fremmandamálið.

Í heildarætlanini um Fólkavøkstur eitur átak nr 23: At styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini. Har verður sagt, at negativi hugburðurin til møguleikar í føroyska samfelagnum kemur fyri ein part av veikari sjálvsfatan, har føroyska málið hevur ein týðandi leiklut. Ein skeiklað mynd av veruleikanum verður løgd í okkum frá barnsbeini, tí børn og ung mangla føroysk orð fyri tey fyribrigdi og tær støður tey eru í. Einki føroyskt er í tøkniligu sosialu miðlunum, lítið føroyskt tilfar er í undirvsíngini osfr.

Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at fyri at styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini, at seta ítøkilig átøk at bøta um støðuna hjá móðurmálinum í øllum liðum í undirvísingini hjá børnum.

Eg gleði meg til at vit komandi árini fara at síggja støðugt meir føroyskt tilfar allastaðni har vit ferðast: Barnafilmar við føroyskari talu, filmsklassikarar við føroyskum teksti, ymisk forrit sum Skype, Facebook, First Class, fartlf-mál, Windows osfr.

Vinna vit inn á hesar rókir, verður føroyskt mál, sum ikki bara røkkur í fortíð, men eisini inn í framtíðina og tá eru vit komin væl áleiðis.

Gunvør Balle

løgtingskvinna