Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein smakkur av Portugal í Smæruni

Portugisiska Joana Rios spælir leygarkvøldið konsert í høllini í Smæruni. Hetta er eitt høvi at fáa eina smakksroynd av Portugal, nú beinleiðis farleið í næstum letur upp millum Føroyar og Lissabon.

Roynda jazz songkvinnan Rios, hevur skift jazzin út við siðbundna vísusangin. Hetta hevur vunnið henni uppaftur fleiri fjepparar í heimlandinum. Joana Rios telist sostatt í dag millum størstu stjørnunar innan sonevnda Fado fólkatónleikin í Portugal.

Fado siðvenjan stavar frá økinum kring Lissabon. Tónleikurin er siðbundin, og bæði orð og tónar hava eitt sorgblítt huglag, ofta er talan um sjómansvísur og vísur um armoð.

Nú Rios vitjar í Smæruni, hevur hon tveir sera dugnaligar gittarleikarar við sær, ið meistra serliga spæliháttin í Fado.

Konsertin verður á portugisiska konsulátinum í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu kl. 20.00 leygarkvøldið 3. juni.

Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar.