Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein skjótari og gagnligari Eysturoyartunnil

Framsókn vil heldur hava eina trygga, kenda og búskaparliga skilabetri loysn í 2018 enn eina ivingarsama og ókenda í 2024 – ella kanska slett onga.

Tí leggur flokkurin fríggjadagin tann 19. Juli, 2013 uppskot fyri løgtingið um at stovna almenna partafelagið Eysturoyartunnilin og eina verklagslóg, so farast kann undir arbeiðið beinanvegin. Tunnilin skal gerast, fíggjast og rekast eins og Vágatunnilin og Norðoyartunnilin – hvørki meira ella minni.

Prinsipielt er Framsókn fyri at gera ein privatan Eysturoyartunnil. Men fortreytin er, at ein privatur tunnil gerst ein skilabetri íløga enn ein almennur tunnil – bæði hvat íløgukostnaði, fíggjarkostnaði og rakstri viðvíkur. Framsókn metir ikki, at tað sum higartil er upplýst frá landsstýrinum um eina privata verkætlan í sambandi við Eysturoyartunnilin, livir upp til hesa fortreyt. Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sambandi við ætlanina eisini fullkomiliga burturvið.

Umráðandi er, at verkætlanin er ein partur av samlaða føroysk samferðslukervinum, at raksturin og vinningurin eru í føroyska samfelagnum, og at føroyskir myndugleikar ikki missa ávirkan og avgerðarrættin á eini so týdningarmiklari farleið í 30 til 50 ár.

Uttan at kenna avtaluna um Eysturoyartunnilin, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera, so hava vit tó skilt, at landsstýrið næstu 5 – 7 árini bindir seg til at geva danska loyvisfelagnum fullkomnan ræðisrætt yvir tunnilsætlanini. Hinvegin hevur danska felagið lítlar og ongar bindingar og kann fara burturúr ætlanini uttan nakað. Vil illa til, so verður ikki farið undir verkætlanina fyrr enn í 2021 – og í allarversta føri verður slett ikki farið undir hana, og so má alt byrja av nýggjum.

Harafturat kemur, at ætlanin verður útvið eina milliard dýrari, at danska felagið fær ræðisrætt á einum so týðandi parti av innlendis samferðslukervinum næstu 30 – 50 árini, og at landsstýrið í sama tíðarskeiði ikki má gera nakra ferðsluleið, sum kann kappast við Eysturoyartunnilin.

Hetta halda vit í Framsókn ikki bera til. Framsókn metir hinvegin, at fyrireikingararbeiðið hjá almenna partafelagnum fer at taka 1½ – 2 ár, og at verkætlanin verður klár at bjóða út í 2015. Tunnilsgerðin er mett at taka 3 – 4 ár, so tunnilin kann verða klárur at taka í nýtslu í 2018.

At lógin bert umfatar Eysturoyartunnilin ger ætlanina lættari at fíggja. Alt bendir á, at váðin við at gera ein tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð er avmarkaður. Eysturoyartunnilin er tann innanoyggja samferðsluíløgan, ið sum heild hevur allar størsta nyttuvirðið fyri Føroyar.

Framsókn ætlar, at P/F Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í partapeningi, sum verða játtaðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. Íløgan verður afturgoldin eftir sama leisti, sum lógarverkini um ávikavist Vágatunnilin og Norðoyartunnilin fyriskriva.

21. juli, 2013

Framsókn

Poul Michelsen